frí16mai18:00frí16:00Kvinnu-Retreat í Nólsoy
Mini-Retreat í Nólsoy 16.- 18. mai 2025: Vit koma aftur til Nólsoyar: Vælkomin til kvinnuleika & lívsorku – eitt mini-retreat fyri kvinnur við náttúru, njóting og nærveru Hevur tú hug til heilsugóða kvinnumenning
Tú ert í tryggum og kønum hondum saman við Birita Nolsø, sum hevur fingist við frálæru og miðlan í meira enn +25 ár. Birita hevur hesi seinastu 13 árini nomið sær royndan serkunnleika innan mindfulness, meditatión, orku, rørslu og venjing. Hon hevur skipað fyri hópin av verkstovum, leitt bólkar og skeið við m.ø kvinnum. Hon brennir fyri kvinnumenning og fyri at deila vitan og lívsroyndir. Frálæran hevur eisini eitt bakstøði í fleiri enn 40-ára longum frálæruroyndum í meditatión, mindfulness og djúpsálarfrøði frá samstarvsfelaga og maka Henriki Krag.
Birita sigur so um kvinnu-retreatið: Hetta er annað kvinnu-retreat í Nólsoy og aftaná hitt fyrsta í 2024 gjørdust skjótt greitt hjá okkum í fyrireikingarbólkinum, at hetta skal endurtakast – so vit ásettu dagin beinanvegin! 16.-18. mai verður tað – tá bjóða vit tær við til eitt nørandi mini-retreat úti í hugnaligu og náttúruvøkru Nólsoy. Vit byrja fríggjakvøldið kl. 20:00 og enda sunnudagin kl. 16:00. Gestablíða Maud samskipar aftur í ár matin – ja, tú kanst gleða teg.Vit matgera eisini saman í lítlum kvinnubólkum, tað plagar at vera framúr hugnaligt.
Hetta vikuskiftið er fyri tykkum kvinnur, ið hava hug at læra um orku og um einfaldar tó munagóðar mindfulness-venjingar til økta ró, javnvág og hvíld. Tað snýr seg um jaliga djúp-menning og um kvinnuleika. Samstundis fært tú møguleikan at royna ein lættan retreat-form. Retreat-formurin merkir, at tú hesar dagarnar loggar heilt úr tínum gerandisdegi og fær møguleikan at koma heilt niður í gir og djúphvíla kroppin og sinni. Vit sløkkja telefonina, leggja avísir, bøkur og annað til viks, soleiðis at vit kunnu hvíla og vera heilt tilstaðar og nærverandi hetta vikuskiftið. Mælt verður til at gera neyðugar tryggar avtalur við familju og vinir, soleiðis at tú trygt fært frí og tíð til at vera, hvíla og venja saman við tínum kvinnubólki. Kvinnu-retreatið gevur tær eisini egintíð, hvíld og rúm til at vera saman við tær sjálvari. Tak tína notubók við til kreativa hugleiðing, dreymar og innlit.
Á kvinnu-retreatinum savnast vit fríggjakvøldið 16. mai til eina lætta máltíð. Síðani byrja vit innleiðsluna kl.20. Tú verður vegleidd til eina sonevnda lending og úrspenning, soleiðis at tú kanst koma tilstaðar. Síðani er intro og tú fært møguleikan til at seta spurningar, heilsu uppá kvinnurnar og fáa nakrar serstakar venjingar til hetta fyrsta kvøldið. Tú gistir í húsum í bygdini og tit eru einar 4-6 kvinnur í hvørjum húsi. Ynskir tú einakamar, er ein meirkostnaður á 600 kr. Hinar báðar dagarnar byrjað vit við felags orkuvenjing og rørslu, morgunmati, sinnisvenjing, frálæru og ymsum venjingum, ið allar nøra og stuðla undir djúphvíld, nærveru, kvinnuleika og menning. Seinnapartin fara vit túr í náttúruni, gera ymsar orku- og náttúruvenjingar og venja hugdýping og kvirru. Leygarkvøldið er hugni og serstakt tiltak við venjingum fram til kl. 22:00.
Eg brenni fyri kvinnuleika og kvinnumenning og við + 25-ára longum frálæruroyndum vil eg leiða teg ígjøgnum hetta kvinnu-retreatið á ein bleytan og tryggan hátt. Tak tína yogamáttu við til serstaka úrspenning og kvinnuligar orkuvenjingar.
Kvinnu-retreatið er fyri allar vaknsar kvinnur og undervíst verður á føroyskum.
Avmarkað pláss – mælt verður til at melda til í góðari tíð og tryggja pláss.
Staður: Nólsoy
Tilmelding: info@vaksa.fo
Undirvísari: Birita Nolsø. Les meira um Biritu her
Gjald: 3.150 kr. íroknað fult skeið, frálæru, máltíðir og gisting í húsum í bygdini. Luttøkugjaldið verður flutt á kontu í Jyske Bank nr. 7242 1397356. Uttan gisting er kostnaður 2.450kr. – viðkomandi um tú hevur bústað í Nólsoy. Fyri at tryggja retreatið og bólkin, verður mælt til at halda saman við kvinnunum í retreatbólkinum, býrt tú í Nólsoy og gistir heima, ger so greiða avtalu um heim og familju innan, so tú í mest møguligan mun fært rætta friðin til at vera á retreat.
16/05/2025 18:00 - 16:00(GMT+00:00)
© Vaksa 2024. Øll rættindi tilskilað | Veitt av Base