Til allar kvinnur: DANSA – úr høvdinum og niður í kroppin

Forsíða/Til allar kvinnur: DANSA – úr høvdinum og niður í kroppin

hós10aug8:00 pm9:30 pmTil allar kvinnur: DANSA - úr høvdinum og niður í kroppin

Útgreining

Hóskvøldið 10. august kl. 20 – 21:30 í Kimi – yviri við strond 21.

Vit finna aftur til okkara upprunaligu lívsorku.

Tað er gleði, tilvit, lív og orka uttan tankameldur.

Hetta kvøldið snýr seg um at koma heim til sín sjálvs:
At merkja kroppin, lívsorkuna, gleðina, neistan, hjartað,
kreativitetin og møguleikarnar.

Við vegleiðing og feitum rútmum dansa vit okkum úr høvdinum og niður í kroppin.

Endað verður við stuttari hvíld.

Kvinna og hugin til dans er einasta treyt.

Tilmelding er neyðug.

Tilmelding: tilmelding@vaksa.fo
Kostaður: 150 kr.
Undirvísari: Birita Nolsø
Stað: Kimi

Nær

august 10, 2017 8:00 pm - 9:30 pm

Hvar

KIMI

Yviri við Strond 21, Tórshavn

Other Events

Get Directions