Anno 2024: Gleði, meining og lívsdygd

Forside/Anno 2024: Gleði, meining og lívsdygd

hós28des19:00hós22:00Anno 2024: Gleði, meining og lívsdygd

Útgreining

Opið tiltak:

Hóskvøldið kl. 19-22 verður opna tiltakið ANNO 2024 í Nólsoy

Hetta kvøldið eftirmeta vit 2023 og líta inn í 2024.

Eitt slag av persónligari ársuppgerð, ið kann fyribyrgja halli og skapa eitt grønari og meiri burðardygt komandi ár. Hvussu kann 2024 gerast eitt burðardygt grønt ár, eisini tá umræður persónliga orku?

Á Anno 2024 eftirmeta vit tað farna, heysta orku og innlit frá 2023, líta inn í 2024 og arbeiða við nærveru í nú’inum. 

 

Vit gera venjingar og seta tíð av til innhugsan. Vit sita á stólum, og tú ert vælkomin at taka eina sitipútu og aðra sitiútgerð við.

Havi notubók og penn við. Tú velur sjálv/ur um tú ynskir at deila innlit og hugsanir við onnur. Talan er um eina persónliga innhugsan í einum tryggum rúmi.

Málið er at geva tær amboð, venjingar og skipan til sjálv/ur at taka ábyrgd fyri, at 2024 gevur mest møguliga meining, gleði og lívsdygd. Birita Nolsø leiðir kvøldið.

Ternan siglir av Bursatanga kl. 18:00 og tú sleppir inn til Havnar aftur kl. 22:25.

Stuttur te- og kaffisteðgur verður og okkurt aftur við verður at fáa.

Kostanður 300 kr.

  • Undivísari: Birita Nolsø

  • Dagur: Hóskvøldið 28. desember kl. 19-22

  • Staður: Nólsoy

  • Kostnaður: 300 kr.

  • Tilmelding: info@vaksa.fo

 

Um undirvísaran
Birita hevur seinastu 12 árini arbeitt miðvíst við sinnisvenjing, persónliga menning og meditatión. Síðani 2011 hevur hon fingið regluliga og intensiva frálæru í mindfulness og empatigrundaða meditatión frá m.ø.  Jes Bertelsen, leiðara á Vækstcentrinum í Danmark.
Hesin depilin hevur millum annað fingið viðurkenning frá virda deplinum innan heilsu og mindfulness hjá Jon Kabat Zinn, ein av kendastu og fremstu stovnarunum á mindfulness økinum í USA.
Í síni frálæru sameinir Birita sínar royndir, vitan og førleikar, eisini í kropsvenjiing í mun til orku og tilvit. Hon skipar frálæru, framløgur og skeið av ymsum slag, eitt nú í mindfulness, burðardyggari menning, samskifti og empatigrundaða leiðslu. Saman við sínum maka skipar hon eisini fyri skeiðum fyri pør, m.a. við støði í bókini 5 HJERTEFØLELSER frá 2018, sum hon hevur samskrivað saman við manninum Henriki Krag.
Birita Nolsø er búsitandi í Danmark, eigur og rekur Vaksa.fo. Hon hevur útbúgving innan leiðslu, umsiting og samskifti og hevur 20-ára langar royndir innan samskifti, miðlan, tænastu, leiðslu, fyrisiting og samskipan. Afturat Vaksa hevur Birita drúgvar royndir sum fulltrúi innan almenna fyrisiting, har hon eitt nú hevur fingist við HR, innovatión, umsiting, førleikamenning, toymis- og prosess- og verkætlanarleiðslu. Hon hevur eisini starvast á Visit Faroe Islands (Ferðaráð Føroya) og hevur eina útbúgving innan altjóða ferðavinnu.

 

Nær

28/12/2023 19:00 - 22:00(GMT+01:00)