Vaksa
Tvey Summar Retreat í Elduvík

Nú nærkast av álvara okkara MiðSummar - og Ársins Summar Retreat í Elduvík !

Vit hava nøkur pláss á MiðSummar Retreatinum í Elduvík, sum verður í døgunum 24. juni til 27. juni. 

Tað er opið fyri øllum at melda til:

Hevur tú hug at vera við, so send ein post til info@vaksa.fo og melda til. 

Tú kanst lesa meira um MiðSummar Retreatið og síggja ymsar myndir her

Hugleiðingar úr Gjógv

Í apríl og mai vóru tvey skeið hildin við Gjógv. Annað var eitt Kvinnuskeið, hitt eitt 60+ skeið. Allir luttakarar vóru kvinnur hesaferð. Tað var Birita Nolsø, ið leiddi bæði skeiðini, í samstarvi við Gjáargarð og Greengate. 

Tað var ein nemandi, vøkur og innilig ferð at vera saman við hesum deiligu kvinnum. Ein litil Vaksabloggur spurdist burtur úr. Ein annar bloggur kom beint aftaná skeiðið frá einum av luttakarunum á 60+ skeiðnum, Bergljót av Skarði. Tað var sera stuttligt at lesa, takk fyri Bergljót, at tú tók tær tíðina at deila tína uppliving ;-)  Tit kunnu lesa bloggin hjá Bergljót her

Her er ein onnur lýsing frá luttakara:

"Eldraskeið v/Biritu Nolsø 

Staðið við Gjógv er ein perla.

Ljóðaði spennandi, sinnisvenjing, andadráttarvenjing, kropslig venjing, venjing í náttúruni, kvirra, góður matur og hetta var í Føroyum.
 
Stuttligt og gevandi at møta øðrum ymiskum menniskjum. 
Nógvar góðar upplivingar. Kvirran í kirkjuni var ein sterk uppliving. Túrurin við sjóvarmálan, duni av briminum, tónleikur og sangur, trøllabundin og sæl.Náttúruuppliving í kvirru, tá kom eg í djúphugsan, friður - eitt við náttúruna.
Birita er sera góður undirvísari, hevur eina deiliga rødd, gott tá vit skulu flyta úr einum sinnislag í annað , sansir, kvirra, dansur, spæl...hon er góð til at síggja og hoyra hvønn einstakan. Vit fingu góðan leskiligan mat, og hugna var eisini tíð til, drekkamunnar í millium, ikki at gloyma tær góðu pannukøkurnar og rabarbusúltutoy. Takk til allar fyri tveir ógloymiligar dagar❤️😀"
 
 
Sí blogg & myndir her

Dansur og venjing í Gjónnið...Gjáargarður veitti dygdarmat og var innrættaður til hvíld, venjing og kreativitet...

Sí myndir ...
OrkuViðgerð & online viðtalur

OrkuViðgerð 

Birita veitir OrkuViðgerðir, tá ið hon er í Føroyum. Viðgerðin er sera rólig, lætthent og skapar ró, javnvág og samanhang í kroppinum og við orkuskipanina. Møguligt er at fáa persónliga afturmelding, vegleiðing og skræddaraseymaðar venjingar eftir viðgerðina. Dagarnir 30. juni og 1.-4. juli eru settir av til viðgerðir. Bílegg tíð í góðari tíð á info@vaksa.fo

 

Online-viðtalur

Henrik hevur framhaldandi vanligar online viðtalur. Birita bjóðar eisini Online viðtalur. Skriva til info@vaksa.fo

 

Sí meira ...

Vaksa
Úti á Heyggi 16 - FO-176 Velbastaður - info@vaksa.fo
www.vaksa.fo
- www.facebook.com/vaksa.fo

Tínar stillingar ..

Frámelda tíðindabræv    |    Sí hendan teldupost í tínum kagara