Vaksa
Vaksa virksemi fyrra hálvárið 2020

Eitt nýtt ár liggur fyri framman og enn ein ringrás er komin at enda – og ein nýggj byrjar.

Hendan nýggja ringrásin – anno 2020 - kann vera ein møguleiki at gleðast um okkara egnu jaligu ringrásir og at enda aðrar í okkara lívi. Ringrásir, ið bert ana, tí at vit nokta at sleppa seinasta takinum. Í slíkum føri kann stóra ársringrásin vera eitt upplagt høvi at sleppa og - sum við einari djúpari útanding – lata tað seinasta fara.

At sleppa takinum kann kennast sum ein stórur lætti. Og tað kann samstundis kennast tómt og til tíðir eisini ótrygt. Tí, hvat kemur nú ístaðin? Ella, hvussu skulu vit handfara tað nýggj rúmið – plássið, sum er aftaná at vit hava slept tí, sum í veruleikanum var endað og bert kostaði okkum neiliga orku. Tað er júst her, at møguleikin er fyri eini nýggjari ringrás. Her er rúm fyri nýggjari orku – og einari nýggjari byrjan.

Vit ynskja tær áhaldandi ringrásir, sum geva dýbd, gleði, meining, kærleika og lærdóm. Takk fyri, at tú ert partur av okkara ringrás og vælkomin inn í eina nýggja.

Við nýárskvøðu

Birita & Henrik

Sunnudagin 19. januar: ANNO 2020

Okkara afturvendandi og vælumtókta tiltak Anno 2020 verður sunnudagin 19. januar. Henda dagin eftirmeta vit 2019, hyggja inn í 2020 og arbeiða við nærveru í nú’inum.

Tiltakið er opið fyri øll: Familjur, pør, støk og vaksin børn. Við sálarfrøðiligum og filosofiskum innliti, fáa vit amboð til sjálvi at taka ábyrgd fyri, at 2020 gevur mest møguliga meining, gleði og lívsdygd.

Talan er um ein jaligan og hugnaligan dag við løttum og munadyggum venjingum - dýbd og dygd í einum hugnaligum umhvørvi.

Undirvísari: Henrik Krag og Birita Nolsø
Kostnaður: 500 kr.
Melda til: info@vaksa.fo

Staður: Úti á heyggi 16, Velbastaður

Sí meira ..
Verð partur av okkara meditatiónsbólki

So hava vit sett medatatiónsdagar í kalendaran til komandi hálvárið. Hevur tú hug og áhuga at vera partur av einum bólki, so send okkum ein fyrispurning.

Fastir luttakarar hava framíhjárætt, vit taka tó eisini fegin í móti nýggjum luttakarum.

Sum luttakari av mediatións- og menningarbólkinum fært tú djúpsálarfrøilig innlit, ítøkilig amboð og eina neyva venjing og afturmelding í meditatión, sum tekur støði neyvari vitan, gransking og +30-ára undirvísingarroyndum innan hetta økið. Meldið til meditatiónsbólk innan sunnudagin 12. januar Avmarkað pláss. Dagarnir fyri komandi meditatiónsbólk eru hesir:

- Leygardagin: 18. januar kl. 13 – 17
- Leygardagin: 8. februar kl. 13 – 17
- Leygardagin: 14. mars kl. 13 - 17
- Leygardagin: 25. apríl kl. 13 - 17
- Sunnudagin: 23. mai kl. 13 – 17

Undirvísari: Henrik Krag/Birita Nolsø
Kostnaður: 2.350 kr. fyri alla hálvuna
Melda til: info@vaksa.fo.
Staður: Vaksa úti á heyggi 16, Velbastaður

Sí meira ..
Tryggjað tær pláss: Kvinnubólkur - kvinnustyrki

Nøkur pláss eru tøk í hesum nýggja bólkinum fyri kvinnur.

Tað er alt ov nógv neilig Trump-orka og alt ov lítið av kvinnustyrki og orku í øllum heiminum, eisini í Føroyum.

Hevur tú hug at vera partur av einum felagsskapi sum arbeiðir við kvinnuligu orkuni, innari styrki, rótfesti, mótstøðuføri, nærveru, meditatión, rørslu, kropsvenjing, javnvág, lívsorku, náttúru og persónligari menning, so kann hesin bólkurin vera nakað fyri teg.

Talan er um tríggjar sunnudagar í mars, apríl og mai kl. 13:00 – 17:00.
Av tí at talan er um ein lítlan bólk og at vit arbeiða á máttuni, so er avmarkað pláss.

Luttøka í bólkinum gevur tær møguleikan at melda til Vetrar-Retreatið í Svínoy 21.-23. februar 2020. Les meira um Kvinnuretreatið her. Bert einstøk pláss eru eftir.

Kvinnubólkurin hittist hesar dagar: 8. mars, 19. apríl og 17. mai.

Undirvísari: Birita Nolsø og frálæran fer fram í Glasstovuni á Velbastað.
Kostnaður: 1.595 kr. fyri allar dagarnar.
Tilmelding: info@vaksa.fo.

Sí meira ..
Bert einstøk pláss eru eftir ! Vetrar-Retreat við kvinnum á útoyggj 21.-23. februar

Tað er hávetur og okkum tørvar hita, vælveru og fjálgleika. Kom við út á útoyggj og forkela tínar sansir: Hvíld, nærvera, náttúra, orka, meditatión, yin-yoga, qi-gong… eitt satt vetrar-vikuskifti á útoyggj saman við øðrum góðum kvinnum. Vit arbeiða við kvinnuligu rástyrkini, við innara og uttara lívinum, við ringrásum, orku og náttúru. Vit fara inn í kvirruna, njóta vælveruna, veturin, felagsskapin og arbeiða við javnvág og natúrligu kringrásini. Royndir innan meditatión, mindfulness o.t. er ein fyrimunur, tó ikki treyt.

Undirvísari er Birita Nolsø við gesta-undirvísarum í Yin-Yoga: Ana Elisenda Holden-Peters og í Qi-gong: Kirstin Ellingsgaard.

Pláss er fyri í mesta lagi 14 kvinnum (dupultkømur v/ wc og bað eru tøk).

Undirvísari: Birita Nolsø
Dagur: 21.-23. februar 2020
Staður: Svínoy
Kostnaður: 2.895,- kr. (íroknað frálæru, vegleiðing, gisting og máltíðir)

Flutningur til/frá Svínoy er ikki íroknaður.

Tilmelding: info@vaksa.fo.

Sí meira ..
Parlívið: Slepp fortíðini, kom inn í núið og lít frameftir

Hesa hálvuna fara vit at skipa fyri trimum opnum par-kvøldum. Tríggjar tímar um tað góða parlívið. Alt ov ofta hanga vit føst í gomlum fortíðar leivdum, sum forða okkum í at koma aftur til tað góða, sum flest øll parløg hava. Og mangan eru krøvini so stór, at tað góða parlagið druknar í gerandisdegnum.

Hesi kvøldini fara vit at líta frameftir, og vit venja nærveruna tykkara millum, sum altíð er og hevur verið. 

Talan er um eitt jaligt og hugnaligt kvøld, við dygargóðum venjingum og møguleikanum at koma aftur til tað góða í tykkara parlagi.

- Týskvøldið  17. mars kl. 19-22
- Týskvøldið  28. apríl kl. 19-22
- Týskvøldið 19. mai kl. 19–22

Undirvísari: Henrik Krag og Birita Nolsø
Kostnaður: 550 kr fyri eitt kvøld og eitt par. Bindandi tilmelding til fastan dag. 
Tilmelding: info@vaksa.fo.
Staður: Úti á heyggi 16, Velbastaður

Sí meira ..
Ársins Summar-Retreat í Elduvík 2020 er fullteknað

Okkara árliga summar-retreat í Elduvík er longu fullteknað !

Tað gleðast vit sera nógv um og ynskja samstundis bjóða tær, sum møguliga hevur áhuga í hesum og sum ikki hevur meldað til í summar, um at senda okkum ein teldupost, tí vit umhugsa at skipa eitt eyka retreat, um hetta hevur áhuga, møguliga einaferð seint á sumri ella á heysti 2020. Tú ert eisini vælkomin at koma á ein bíðilista, um eitt avboð skuldi komið.

Tit fáa nærri kunning um tíð og stað. Tit eru somuleiðis vælkomin við møguligum ynskjum og uppskotum.

Sí meira ..

Vaksa
Úti á Heyggi 16 - FO-176 Velbastaður - info@vaksa.fo
www.vaksa.fo
- www.facebook.com/vaksa.fo

Tínar stillingar ..

Frámelda tíðindabræv    |    Sí hendan teldupost í tínum kagara