Hey ,

Vit eru nú farin inn í eitt nýtt tíðarskeið við Vaksa. Vit bjóða tær at royna nýggj og fjølbroytt tiltøk; hesaferð á Velbastað, í Havn og vesturi í Vágum. Og vit gleða okkum!

Umframt meditatiónsbólkarnar við Henrik Krag, fer Birita Nolsø í størri mun at fáast við orku-dans, tilvit og nærveru í náttúruni.

Í oktober - november hava vit ein kvirrudag í Vágunum og gongutúrar. Einaferð um mánaðin dansa kvinnurnar í Kimi í Havn, og á Velbastað skipa vit meditatión og orkuviðger.

Og – við miklari gleði - verður skipað fyri einum evnisdegi fyri pør um TANTRA.

Í desember – hetta kennist fjart, og tó – ert tú boðin til JólaKvirru. Eitt andarhol í jólarokinum.

Niðanfyri kanst tú lesa meira um øll tiltøkini og melda til.

Hjartaliga vælkomin --
Meditatiónbólkur
Meditatiónbólkur
Meditatiónsbólkurin heldur áfram fýra ferðir fram til jóla.

Frálæran leggur stóran dent á nútíðar persónliga og sálarfrøðiliga menning.

Undirvísari: Henrik Krag.

Tíð: Kl. 13 - 17    

Staður: Glasstovan úti á heyggi 16 Velbastaður.

DATO: 27. AUGUST  - 8. OKTOBER – 5. NOVEMBER OG 10. DECEMBER

Kostnaður fyri skeiðið er 1.850 kr.

Tilmelding: tilmelding@vaksa.fo

Avmarkað pláss. Er plásstrot, verður møguliga annar bólkur skipaður.

Sí okkara heimasíðu →
TANTRA – ein byrjan
TANTRA – ein byrjan
TANTRA er tíverri mangan eitt neiligt og til tíðir dálkað orð.

Hetta er eitt sera harmiligt mistak!

Tí TANTRA er ein vegur og ein møguleiki at sameina tað, sum vit øll í roynd og veru sakna í einum góðum parlagi: møguleikan at sameina kynslív, kærleika og sinn. Og at uppliva og deila tað stóra, vakra og trupla við virðing, áliti og hjarta.

TANTRA kann lyfta støðið í kærleikslívinum, geva lív, álit og stuðul, eisini í mun til tað trupla í parlagnum.

Við TANTRA hevur parið møguleikan at skapa eitt nýtt og betri samband sínámillum. Tað snýr seg í stóran mun um at rúma ymisleika, at virka tilvitað og soleiðis fáa gleðina av tí polariteti, sum mangan er í einum parlagi.

TANTRA er somuleiðis ein sera vakur lívshugburður. Tað snýr seg nógv um at læra at handfara og rúma orku – alt slag av orku - við skynsemi. Tað snýr seg um at vera opin og at hava álit. At fáa økta gleði og meining. Og at hava hjarta við sær í gerandisdegnum.

Við skiftum millum frálæru og smærri venjingar viðgera vit millum annað hesar spurningar: hvat er TANTRA? Hvussu betra vit samlív og samskifti ? Hvussu handfara vit ósemjur? Hvussu økja um gleðina, álitið og spontanitetin? Og hvussu kunnu vit sameina kynslív, hjarta og sinn?
Á hesum fyrsta skeiðinum fyri pør, fáa tit eina innleiðslu í TANTRA.

Tit koma saman at arbeiða við andadrátti, venjingum, samskifti og sambandi tykkara millum og tit fáa ítøkilig amboð, sum kunnu betra samlívið og geva parlagnum fleiri streingir at spæla á.

Tað er kynslív, kenslur og sinn, sum samspæla. Tað er kenslan av meining og lívsleið.

Arbeiðir tú við persónligari menning, tilviti og/ella meditatión, er tað eitt høvi at fáa parlívið við í hetta arbeiðið. Tað er tó eingin treyt.

Tit eru í einum tryggum umhvørvi, og tú arbeiðir bert saman við tínum maka. Tó eru tit saman við øðrum pørum, og møguleiki er at seta spurningar í bólkinum. Áhugi og opinleiki er einasta treyt.
Verði í góðum bleytum klæðum, tí vit koma at sita á gólvinum av og á. Kanska er gott at hava heitar hosur, pútu at sita á og eitt teppi við. Avmarkað pláss og luttøka.

Undirvísarar: Birita Nolsø og Henrik Krag.

Kostnaður: 1200 kr. fyr parið. 600 kr. fyri hvønn.

Tíð: Leygardagin 7. oktober kl. 13 – 18

Staður: Kimi yviri við strond 21

Sí meira →
Kvinnur: Dansa! Úr høvdinum og niður í kroppin
Kvinnur: Dansa! Úr høvdinum og niður í kroppin
Tað er Birita Nolsø, sum leiðir hetta dansikvøldið í Kimi. Birita sameinir við hesum sínar royndir innan kropp, dans, orku og meditatión. Hetta er kvøldið, har vit brúka og fáa orkuna – okkara upprunaligu lívsorku: Tað er gleði, tilvit, lív og orka uttan tankameldur. Tað snýr seg um at sleppa spenningum og koma heim til sín sjálvs:

At merkja kroppin, lívsorkuna, gleðina, neistan, hjartað, kreativitetin og møguleikarnar.

Við vegleiðing og feitum rútmum dansa vit okkum úr høvdinum og niður í kroppin.

Endað verður við djúphvíld.

Kvinna og hugin til dans er einasta treyt. Tilmelding neyðug.

Dato: hóskvøld 7. september – 19. oktober  & 16. november kl. 20 – 22.

Kostnaður: 500 kr. fyri øll kvøldini, ella 200 fyri kvøldið.

Staður: Kimi dansisalur Yviri við Strond 21

Sí meira →
Vaksa til Vágar: Verkstova – gongutúrur
Vaksa til Vágar: Verkstova – gongutúrur
Hósdagin 5. oktober kl. 16 – 19 verður skipað fyri eini lítlari verkstovu í skúlanum í Miðvági.  Vit venja rørslu, nærveru og kvirru. Vit ganga ein stuttan túr, meðan vit venja tilvit og tøgn í nærumhvørvinum. Talan er um eina innleiðslu í, hvussu tú við einføldum venjingum og øktum tilviti kann betra lívsgóðskuna og økja um nærveruna í gerandisdegnum.

Tú fært góð ráð og løtt amboð, sum beinanvegin kunnu nýtast og venjast.

Havið lítlan matpakka og góð gonguklæðir við.

Undirvísari er Birita Nolsø.

Dato/tíð/stað: hósdagin 5. oktober kl.- 16 – 19. Skúlin í Miðvági

Kostnaður: 350 kr. (300 um tú luttekur á kvirrudegnum)

Sí meira →
Kvirrudagur í Vágum: Náttúra & nærvera til kropp og sinn
Kvirrudagur í Vágum: Náttúra & nærvera til kropp og sinn
Sunnudagin 19. november kl. 10 – 15:30 bjóða vit tær til ein heilt serligan dag, til eitt heilt serligt stað. Tað er summarhúsið úti á Trøð, sum veitir karmin kring frálæruna.

Í einastandandi vakra umhvørvinum, við opnum útsýni til máttmikla atlantshavið og stórbæra Trøllkonufingur, fara til at ganga og nýta dagin í tøgn og í talu.

Dagurin bjóðar tær innan- og uttandurað venjing fyri kropp og sinn.

Vit arbeiða við at sameina kropp, andadrátt, sinn og sansir. Og læra at lurta inneftir og úteftir. Vit arbeiða við mótsetningum. Og við at vera við og í sær sjálvum í náttúruni. Skift verður millum liggjandi, sitandi og gangandi venjingar.

Ein størri partur av degnum verður í kvirru.

Havið egnan matpakka, góð gonguklæðir, teppi og drekkidunk við. Eigur tú egna yogamáttu, ert tú vælkomin at taka hana við. Gott er at vera í bleytum klæðum.

Vit bjóða morgunmat, te, kaffi og lættar góðbitar.

Kvirrudagur er fyri øll, sum hava áhuga í mindfulness, meditatión, yoga og sinnisvenjing.  Tað er somuleiðis eitt høvi hjá gongu/náttúrufólki at fáa innlit í nýggjar hættir at vera í og við náttúruni.  
Undirvísari er Birita Nolsø, sum á tryggan hátt leiðir dagin inn í kvirruna. Birita hevur seinastu árini arbeitt sera umfatandi við sinnisvenjing, tilviti og meditatión. Saman við áralangum royndum innan rørslu og dans, sameinir kvirrudagurin ein part av hesum lívsroyndum.

Bjørk Gudmunsen samskipar karm og vistaveitingar.

Dato/tíð/stað: sunnudagin 19. nov. kl. 10 – 15:30. Summarhúsið úti í Trøð Sandavágur, við útsýni yvur Trøllkonufingur.

Kostanður: 600 kr.  (550 um tú eisini meldar til verkstovuna 5. oktober)

Sí meira →
JólaKvirra í Kimi: úr jólarokinum og inn til jólafrið
JólaKvirra í Kimi: úr jólarokinum og inn til jólafrið
Í desember taka vit tíð til eina løtu í kvirru. Eitt lítið andarhol í jólatíðini. Hóskvøldini 7. og 14. desember í Kimi, yviri við strond 21, millum kl. 19 – 20:30 ber til at koma til hvíld og kvirru.

Hølið verður hugnaligt, og vit nýta løtuna til at koma úr jólarokinum, niður í kroppin og inn í nærveruna. Jólate verður at fáa aftaná.

Dato/tíð/stað: Hósdag 7. desember og 14. desember.

Kostnaður: 300 kr. fyri bæði kvøldini.   

Tilmelding: tilmelding@vaksa.fo

Undirvísari: Birita Nolsø


Kærar heilsur,
Birita og Henrik
Sí meria →

Vaksa
Úti á Heyggi 16 - FO-176 Velbastaður - info@vaksa.fo
www.vaksa.fo
- www.facebook.com/vaksa.fo

Tínar stillingar ..

Frámelda tíðindabræv    |    Sí hendan teldupost í tínum kagara