|
Nólsoy, Havnardalur, jól og kærleiki |
| |
|
Góðu tit øll,
Heystið er komið og litføgur bløð liggja og hvíla á vegnum, í skotum, á teigum og á gøtunum. Eitt sindur av vindi og fleiri fara á flog og mala í klingur eina løtu. So leggjast tey aftur í enn eitt nýtt mynstur.
Vit skapa eisini áhaldandi nýggj lívsmynstur og eitt nýtt hálvár hjá Vaksa er fyri framman. Vit virka í Danmark og í Føroyum og vit gleðast um tað kenda og tað nýggja á leiðini. Vit hyggja okkum um og royna at hava eina víðsjón, ið røkkur víða. Vit eru opin og takksom fyri øll tykkum, ið hava verið, eru og koma við á hesa felags ferð. So serstøk vit øll og tó so lík. Øll skapa vit okkara egnu mynstur, sum tilsamans skapa eitt felags mynstur, júst sum trøðini og bløðini eru vit øll tengd hvør at øðrum.
Her kemur kunning um komandi skeið, verkstovur og kvirru í 2021.
Leggið til merkis tilmeldingarfreist er á einstøkum skeiðum. Tú ert vælkomin at melda til og tryggja tær pláss.
Hjartaliga vælkomin.
Birita & Henrik |
| |
|
Nú kanst tú koma við á eina verkstovu í mindfulness og rørslu úti í Nólsoy! Tíðin er skipað so, at tað ber til at sigla úr Havnini og heim aftur.
Tiltakið er opið fyri øllum vaksnum og stórum børnum.
Talan er um eina jaliga og hugnaliga verkstovu við løttum og munadyggum venjingum. Tað er Birita Nolsø, sum við sínum drúgvu royndum í sinnis- og kropsvenjing, leiðir verkstovuna. Í desember 2020 kom hennara fyrsta bókaútgáva um sinnisvenjing út í føroysku bókabúðirnar. Tað var bóklingurin Fluffy, ein neyvur vegleiðari til mindfulness og sinnisvenjing.
Á verkstovuni fært tú grundleggjandi vitan um og venjning í mindfulness.Vit gera lættar rørsluvenjingar við tónleiki, ið geva tær lív og orku í kroppin. Tú lærir at hvíla í kroppinum og at stilla sinnið.
Tú lærir at miðsavna teg og at økja um stinnleika, miðsavnan, natúrliga nærveru og opinleika. Tú fært amboð við heim, sum beianvegin kunnu nýtast.
Vit sita á stólum og eru eisini í gólvinum og gera ymsar rørsluvenjingar.Kom í bleytum/leysum klæðum, so tú kanst strekkja út, hvíla og røra teg.
Nær: Sunnudagin 24. oktober kl. 14-17
Hvar: Látrið, Nólsoy
Tilmelding: info@vaksa.fo ella send SMS til +298 262231
Kostnaður: 200 kr.
G.G: Tilmelding bindandi og neyðug vegna avmarkað pláss
|
| |
|
Opið Meditatiónsskeið 26. - 28. november |
| |
|
Eitt lív við øktari orku og javnvág
Vælkomin til eitt opið meditatións- og menningarvikuskifti, ið hevur sítt støði í meira enn 30-ára longum undirvísingarroyndum innan hetta økið.
Skeiðið er opið fyri øllum og er skipað sum eksternat.
Yvirskriftin er - Eitt lív við øktari orku og javnvág -. Tú lærir hvussu tú við venjingum og meditatión kann økja, umsita, rúma, geva og sirkulera orku í øktari javnvág.
Tú venur miðsavnan, álit og sjálvshvíld, ið alt er avgerandi fyri einum størri opinleika til tín sjálvs, til lívið og til onnur rundan um teg.
Karmurin kring hetta skeiðið er framúr hugnaliga og friðsæla Elinarhús, ið stendur í náttúruvakra Havnardali. Her er ró, søga, djóralív og náttúra.
Tíðirnar fyri skeiðið eru hesar:
- Fríggjakvøld 26. november kl. 19 – 22 - Leygardagin 27. november kl. 10 – 17 - Sunnudagin 28. november kl. 10 – 16.
Undirvísarar: Henrik Krag og Birita Nolsø
Kostnaður: 2.800 kr. Tilmelding: info@vaksa.fo. G.G !! Tilmelding innan 31. oktober. Staður: Elinarhús, undir Miðhorni 1, Tórshavn
Næsta meditatiónsskeið í Føroyum verður 18. - 20. februar 2022. Nærri kunning kemur seinni. Møguliga verður ein fastur bólkur skipaður. |
| |
|
Desember er á mangan hátt ein mótstríðandi mánaður, ið rúmar so nógvum ljósi og líka nógvum tyngjandi myrkuri.
Saknur og sorg innan í kann vera trupul at rúma í øllum felagsskapinum kring okkum og mangan kann júst hetta ovurkáta og ørkymblandi virksemi við jólaroki, gávum og dreymum skapa eina enn sterkari kenslu av einsemi, sorg og meiningsloysi.
Hóskvøldið 2. desember kl. 19:00 tendra vit ljós í felag og savnast til ein serstaka mindfulness kvirru. Vit hoyra vakran stillan tónleik og verða leidd inn í eina kvirru, ið rúmar øllum:
Tí vakra, ljóta, absurda, lætta, hátíðarliga og sorgarbunna. Ljós og myrkur saman og samstundis, tí lívið hevur allar litir, eins væl í gleðini og í sorgini.
Høvi verður at hvíla, dvølja, hugskoða og vera saman hesa løtuna.
Vit gera lættar venjingar, ið stuðla undir kvirru og hvíld.
Tað verður hugnaligt og friðarligt.
Jólate verður at fáa aftaná.
Undirvísari: Birita Nolsø
Tilmelding: info@vaksa.fo
Kostnaður: Ókeypis
Dagur & staður: 2. desember kl. 19 - 21:30.
Nærri kunning um stað kemur seinni. |
| |
|
Ella kennir tú onkran ið er og hevur áhugan, so kann hetta vera áhugavert:
Vit eru farin undir at skipa ein bólk við pørum og ætla at skipa fyri einum parskeiði í Danmark í næstum.
Talan er fyrst av øllum um pør úr Danmark og eru pør í Føroyum, ið hava hug at vera við, so eru tit vælkomin at senda okkum ein post til info@vaksa.fo
Málið við hesum parskeiðum er at deila 10-ára longu og djúptøknu royndirnar frá okkara egna par- og kærleikslívi, sameint við venjingum, ið tilsamans geva tykkara parlagi enn fleiri streingir at spæla á.
Talan er um jaligar venjingar, ið økja um tilvit, nøra um sambandið, økja um lívsorkuna og betra samstarvið í tykkara parlagi.
Vit vísa í hesum sambandi til bøkurnar overLEV i parforholdet og 5 HJERTEFØLELSER, ið tit kunnu lesa meira um her
Skeiðið verður hildið í tryggum, náttúruvøkrum og hugnaligum umhvørvi í Jyllandi.
Retreat og skeið í 2022: Nærri kunning kemur seinni.
|
| |
|