|
...er á tremur við lívsorku, kærleika, nærveru og djúpari hvíld!
3. til 7. juni er ársins KVINNU-RETREAT í Elduvík - og enn er pláss fyri tær.
4 dagar fyri 3.800 kr. (3.450 kr fyri 3).
Melda til á info@vaksa.fo og ver partur av einum livandi, minniligum og gandakendum kvinnu-retreati. Frálærumál er danskt/føroyskt
Spurningar? Skriva til mín á info@vaksa.fo :)
Birita Nolsø frá Vaksa.fo leiðir kvinnu-retreatið, saman vøkru og dugnaligu við Bibi Deva Sabbrin. Bibi fer at leiða dansiløtu niðri í gjónni og eina inniliga og hugnaliga kakao-hátíð.
Um Biritu Nolsø

+20 ára royndir innan rørslu og dans og 14 ára langar royndir í meditatión, orkuvenjing og djúpari yin-venjing. Birita Nolsø eigur og rekur vaksa.fo og hevur skipað og leitt hópin av verkstovum, døgum og skeiðum/retreatum. Tú ert í sera tryggum og royndum hondum. Birita arbeiðir dagliga við lívsorku og gevur orku-viðgerðir. Hon hevur verið í fastari venjing hjá Jes Bertelsen, leiðara á Vækstcentrinum í Danmark. Birita brennir fyri djúpari kvinnumenning og fyri at deila royndir í mun til kvinnulív, orku, javnvág, frummegi og náttúru.
Um Bibi Deva Sabbrin 
Við fleiri ára royndum sum dansivegleiðari, koreografur og undirvísari, vekir Bibi rørslugleðina hjá bæði stórumog smáum. Bibi er útbúgvin master í altjóða dansivísindi og hevur staðið leitt egnan dansibólk: Divine Dance Development. Bibi brennur fyri at brúka dansin sum máttmikið amboð at stuðla kreativiteti, sjálvsáliti og gleði.
Les meira um kvinnu-retreatið & melda til HER
|