Nýtt lív - nýggj orka
Opin verkstova: Leygardagin kl. 17. mai kl. 13:15 - 16:30 er verkstovan "Sinnisvenjing & Lívsorka" úti í Nólsoy. Tú fært eitt djúpari andarúm, køna vegleiðing og egnar royndir í djúpari kropstilviti, andadráttarvenjing, sinnisvenjing og nørandi hjartavenjing.
Birita Nolsø, ið m.a hevur skrivað bóklingin Fluffy, ein neyvur leiðbeinari til mindfulness og sinnisvenjing, leiðir verkstovuna. Verkstovan er fyri øllum, ið hava hug at fáa royndir í lívsorku, nærveru og munadyggari sinnisvenjing.
Kostnaður 350 kr. Bólkar fáa serstakan bólkaavsláttur. Teistin siglir kl. 12:30 av Havnini leygardag og inn aftur kl. 16:50.
Les meira - trýst HER
Tak niður ókeypis ljóðfílur við venjingum úr Fluffy bóklinginum HER.

Meditativa Kvinnurúmið
Saknar tú sum kvinna eina djúpari menning og eitt praksisrúm til meditatión? Sunnudagin kl. 13:30 - 16:30 fært tú 3 tímar til djúpari praksis, ið serstakliga er ætlað kvinnumenning og tí djúpa meditativa kvinnurúminum.
Vit hittast í Nólsoy, Teistin siglir av Havninni kl. 13:00 og inn aftur til Havnar kl. 16:50
Praksisdagurin er ætlaður kvinnum, ið frammanundan hava fingið venjing í meditatión og sum eru vanar at sita min 20 min.
Birita leiðir dagin og møguleiki er at seta spurningar og at fáa afturmelding kring kvinnumenning og praksis. Les um Biritu HER
Kostnaður 350 kr.
Les meira - trýst HER

 |
| |