|
Sunnudagin 7. november kl. 10:00 – 16:30 hjúka vit um parlagið. Talan er um eitt opið dagsskeið í Elduvík fyri pør.
Hendan dagin gera tit nakað gott fyri tykkum og tykkara parlag.
Komið og fáið íblastur, amboð og upplivingar, sum ríka tykkara relatión. Tit fáa ein góðan og hugnaligan dag saman.
Frálæran er eitt hóskandi bland millum ástøði, smærri venjingar sínámillum og reflektión.
Møguleiki er at njóta náttúruna kring Elduvík. Dagurin endar kl. 16:30, so tit hava stundir at koma út at eta ein góðan bita saman, ella tit kunnu njóta kvøldið heima.
Fyriskiparar taka koronaatlit, vit hava eitt avmarkað tal av luttakarum og hóskandi reinføri.
GG! Verður skeiðið avlýst av undarvísarum vegna broyttar koronaumstøður, fáa luttakarar fult skeiðsgjald afturgoldið.
Undirvísarar eru Henrik Krag og Birita Nolsø.
Sí stutta videobrotið frá Henrik um parlagið her.
Sí leinki til bókina 5 HJERTEFØLELSER hjá Henrik Krag og Biritu Nolsø her.
Kostnaður: 1.475 kr pr persón. Avmarkað pláss.
|