|
Sunnudagin 10. november kl. 11-17 skipa vit aftur fyri einum opnum dagsskeiðið fyri øll, sum hava áhuga í hesum øki.
Skeiðið er eisini fyri luttakarar við grundvitan og venjing í mindfulness og/ella meditatión.
Á hesum dagsskeiðinum fært tú innlit og venjing innan meditatión. Vit varpa ljós á grundamboð og týðandi tættir, sum eru avgerandi fyri, at tú kanst arbeiða í javnvág og munadygt við mindfulness og empati-grundaða meditatión.
Vit venja javnvág á ein natúrligan og haldgóðan hátt.
Arbeitt verður millum annað við neyvum andadráttarvenjingum, kropstilviti og við javnvágini millum hjartað og tilvit.
Undirvísarar: Henrik Krag og Birita Nolsø
Dagur: Sunnudagin 10. november kl. 11:00 – 17:00
Staður: Glasstovan á Velbastað
Kostnaður: 1000 kr.
Tilmelding: tilmelding@vaksa.fo |