Um okkum

//Um okkum
Birita Nolsø
Birita Nolsø

Birita Nolsø eigur og rekur fyritøkuna Vaksa. Hon hevur útbúgving innan leiðslu, umsiting og samskifti og hevur nærum 20-ára langar royndir innan samskifti, miðlan, tænastu, leiðslu, fyrisiting og samskipan. Afturat Vaksa røkir Birita hálvt starv sum fulltrúi innan almenna fyrisiting, har hon eitt nú fæst við HR, førleikamenning, toymis- og prosessleiðslu. Hon hevur eisini starvast á Visit Faroe Islands (Ferðaráð Føroya) og hevur somuleiðis eina útbúgving innan ferðavinnu.

Birita hevur seinastu seks árini arbeitt miðvíst við sinnisvenjing og meditatión. Hon hevur fingið serstaka frálæru innan mindfulness og empatigrundaða meditatión frá Jes Bertelsen, leiðara á Vækstcentrinum. Hesin depil hevur millum annað fingið viðurkenning frá virda deplinum innan heilsu og mindfulness hjá Jon Kabat Zinn, ein av kendastu og fremstu stovnarunum innan mindfulness.

Í síni frálæru sameinir Birita sínar royndir, vitan og førleikar. Hon skipar frálæru, framløgur og skeið av ymsum slag innan burðardygga persónliga menning, samstarv, samskifti og empati- grundaða leiðslu. Birita arbeiðir eisini við ymsum útgávum. Í ár kom bókin 5 HJERTEFØLELSER út. Bókin er skrivað av manni og samstarvsfelaga Henrik Krag. Birita hevur samskrivað og ritstjórnað bókina. Ein onnur nýggj útgáva er Heart WAKE, sum er eitt nýhugsað ljóðamboð til frama fyri økta lívsgóðsku.

Henrik Krag
Henrik Krag

Henrik Krag er undirvísari, rithøvundi og heimsspeki. Hann er næmingur hjá Jes Bertelsen, og hevur fastan bústað á ”Vækstcentrinum”, Nørre Snede í Danmark. Seinastu 12 árini hevur hann javnan verið í Føroyum og veitt frálæru í meditatión og sjálvsmenning.

Umframt at arbeiða við leiðslumenning og at handfara strongd, hevur Henrik virkað sum persónligur ráðgevi hjá stjórum og einstaklingum.

Undirvísingin tekur støði í námsfrøðuligu kjarnuni, ið er sprottin úr 36-ára longu frálæruni hjá Jes Bertelsen. Henda frálæra er væl grundað á vísundaliga gransking úr vesturheiminum og sameind við lívslangar royndir innan økið.

X