Um Vaksa

/Um Vaksa

Hjartaliga vælkomin til Vaksa. Ein kveikjandi og øðrvísi heimasíða til tín, tykkara og arbeiðsplássið.

Hugskotið til Vaksa er grundað á eitt samstarv millum føroyingin Biritu Nolsø og danan Henrik Krag.

Vaksa er ein pallur, sum miðlar og flytur fram eina røð av neyvt viðgjørdum og vælgrundaðum royndum og amboðum innan persónliga menning, meditatión og samskifti til einstaklingin og arbeiðsplássið.

Til einstaklingin einstaklingin hava vit eina røð av tilboðum innan persónliga menning. Talan er um neyv amboð innan menning, almenna heilsu, parlagið,  og meditatión.

Í mun til arbeiðspláss fevnir frálæran um eitt nú um leiðslu í mun til strongd, samskifti og persónliga coaching av leiðarum og starvsfólki. Eisini fevnir frálæran eitt nú um heilsugóða sinnið og empati-grundaða leiðslu og samskifti. Viðkomandi evni verða viðgjørd, og møguleiki er fyri at tillaga frálæruna sambært einstaka tørvinum.

Henrik er uttan iva – við sínum 30-ára yrkisroyndum sum undirvísari innan persónliga menning og meditatión – ein hin mest royndi í Føroyum innan júst hetta virkisøkið. Hann hevur skrivað tvær bøkur – triðja er ávegis – og fæst dagliga við frálæru, persónliga coaching, menning og meditatión – einamest í Danmark, har hann leiðir hópin av bólkum innan økið. Tó hevur hann eisini arbeitt fyri Vaksa og veitir dygdarfrálæru innan persónliga menning og meditatión. Innan Vaksa var til, vitjaði hann javnan í Føroyum, og hevur leitt ein fastan meditatiónsbólk í nógv ár, umframt annað skeiðsvirksemi. Henrik tekur støði í síni útbúgving sum filosoffur við serfrøði innan dýpdarsálarfrøði.

Birita hevur útbúgving innan leiðslu og samskifti, og røkir starv innan almenna fyrisiting við síðuna av Vaksa virkseminum. Hon hevur nærum 20-ára langar royndir innan samskifti, miðlan, leiðslu, fyrisiting og samskipan. Hon hevur seinastu árini arbeitt miðvíst við meditatión og persónligari menning. Birita hevur ymsar royndir innan rørslu – alt frá fimleiki, ballett, aerobics, zumba og yoga.  Hesar royndir sameinir hon við tilvit, orku og sinnisvenjing. Hon hevur eitt nú undirvíst í OrkuDansi, mindfulness, meditatión, verkætlanarleiðslu, tænastu, samskifti og í OrkuViti, sum er ein heilsufremjandi venjing, ið gagnar bæði sinni og kroppi. Birita veitir somuleiðis OrkuViðgerð. Ein sera lætthent orkuviðger, ið gagnar kroppi og sinni. Hon fær áhaldandi supervisión frá Henrik, og serstaka frálæru innan sinnisvenjing frá Jes Bertelsen á Vækstcentrinum.

Við Vaksa bjóða Birita og Henrik eisini venjingarbólkar til pør, ið ynskja at betra kærleikan, andaliga lívið og samlívið.

Vit leggja stóran dent á væl grundaða frálæru, royndir og fakligt støði.

Við hesum hava vit ætlanir um at samstarva og bjóða inspiratorum og gestalærarum, ið á ymsan hátt lúka treytirnar fyri okkara palli og virksemi.

Ein stórur partur av frálæruni fer fram í “Glasstovuni” á Velbastað.

Birita Nolsø
Birita Nolsø

Birita Nolsø eigur og rekur fyritøkuna Vaksa. Hon hevur útbúgving innan leiðslu, umsiting og samskifti og hevur nærum 20-ára langar royndir innan samskifti, miðlan, tænastu, leiðslu, fyrisiting og samskipan. Afturat Vaksa røkir Birita hálvt starv sum fulltrúi innan almenna fyrisiting, har hon eitt nú fæst við HR, førleikamenning, toymis- og prosessleiðslu. Hon hevur eisini starvast á Visit Faroe Islands (Ferðaráð Føroya) og hevur somuleiðis eina útbúgving innan ferðavinnu.

Birita hevur seinastu seks árini arbeitt miðvíst við sinnisvenjing og meditatión. Hon hevur fingið serstaka frálæru innan mindfulness og empatigrundaða meditatión frá Jes Bertelsen, leiðara á Vækstcentrinum. Hesin depil hevur millum annað fingið viðurkenning frá virda deplinum innan heilsu og mindfulness hjá Jon Kabat Zinn, ein av kendastu og fremstu stovnarunum innan mindfulness.

Í síni frálæru sameinir Birita sínar royndir, vitan og førleikar. Hon skipar frálæru, framløgur og skeið av ymsum slag innan burðardygga persónliga menning, samstarv, samskifti og empati- grundaða leiðslu. Birita arbeiðir eisini við ymsum útgávum. Í ár kom bókin 5 HJERTEFØLELSER út. Bókin er skrivað av manni og samstarvsfelaga Henrik Krag. Birita hevur samskrivað og ritstjórnað bókina. Ein onnur nýggj útgáva er Heart WAKE, sum er eitt nýhugsað ljóðamboð til frama fyri økta lívsgóðsku.

Henrik Krag
Henrik Krag

Henrik Krag er undirvísari, rithøvundi og heimsspeki. Hann er næmingur hjá Jes Bertelsen, og hevur fastan bústað á ”Vækstcentrinum”, Nørre Snede í Danmark. Seinastu 12 árini hevur hann javnan verið í Føroyum og veitt frálæru í meditatión og sjálvsmenning.

Umframt at arbeiða við leiðslumenning og at handfara strongd, hevur Henrik virkað sum persónligur ráðgevi hjá stjórum og einstaklingum.

Undirvísingin tekur støði í námsfrøðuligu kjarnuni, ið er sprottin úr 36-ára longu frálæruni hjá Jes Bertelsen. Henda frálæra er væl grundað á vísundaliga gransking úr vesturheiminum og sameind við lívslangar royndir innan økið.

X