Um Vaksa

//Um Vaksa

Hjartaliga vælkomin til Vaksa. Ein kveikjandi og øðrvísi heimasíða til tín, tykkara og arbeiðsplássið.

Hugskotið til Vaksa er grundað á eitt samstarv millum føroyingin Biritu Nolsø og danan Henrik Krag.

Vaksa.fo bjóðar dygdargóða frálæru í mindfulness – meditatión, parlagnum, menning og samskifti. Vaksa er ein pallur, sum miðlar og flytur fram eina røð av neyvt viðgjørdum og vælgrundaðum royndum og amboðum innan persónliga menning, meditatión og samskifti til einstaklingin,  parlagið og arbeiðsplássið.

– Tú mást eiga teg sjálvan, til tess at leiða teg sjálvan. Flest øll arbeiðspláss tørva ítøkilig, dagførd og munadygg amboð og eitt økt innlit í nútíðar- menning, tá umræður eitt nú strongd, samskifti, samstarv. Persónlig coaching av leiðarum og starvsfólki og miðvís venjing í at leiða seg sjálvan er avgerandi fyri eitt heilsu- og munagott arbeiðspláss. Vaksa er eitt tilboð til arbeiðsplássið. Frálæran fevnir eitt nú um heilsugóða sinnið, empati-grundaða leiðslu og samskifti.

Henrik er útbúgvin filosoffur við serfrøði í dýpdarsálarfrøði og er uttan iva, við sínum 30-ára- longu yrkisroyndum sum undirvísari í persónligari menning og meditatión, ein hin mest royndi undirvísarin í Føroyum innan júst hetta virkisøkið. Hann hevur skrivað tríggjar bøkur og fæst dagliga við frálæru, persónliga coaching, menning og meditatión – einamest í Danmark, har eitt nú hann leiðir hópin av bólkum. Síðani 2015 hevur hann eisini skipað frálæruna saman við Biritu Nolsø. Innan hetta hevur Henrik javnan vitjað í Føroyum og leitt ein fastan meditatiónsbólk, umframt veitt aðra frálæru.

Birita rekur Vaksa.fo og hevur útbúgving í leiðslu og samskifti. Hon hevur 20-ára langar royndir í samskifti, miðlan, leiðslu, fyrisiting og samskipan. Birita hevur seinastu 9 árini arbeitt miðvíst við sinnisvenjing, persónliga menning og meditatión. Síðani 2011 hevur hon fingið regluliga og intensiva frálæru í mindfulness og empatigrundaða meditatión frá Jes Bertelsen, leiðara á Vækstcentrinum. Hon fær áhaldandi supervisión frá Henrik, og serstaka frálæru innan sinnisvenjing frá Jes Bertelsen á Vækstcentrinum.

Við Vaksa bjóða Birita og Henrik eisini venjingarbólkar til pør, ið ynskja at betra kærleikan, andaliga lívið og samlívið.

Vit leggja stóran dent á væl grundaða frálæru, royndir og fakligt støði.

Ein stórur partur av frálæruni fer fram í “Glasstovuni” á Velbastað.

Henrik Krag
Henrik Krag

Henrik Krag er undirvísari, rithøvundi og heimsspeki. Í meira enn 14 árini hevur hann javnan verið í Føroyum og veitt frálæru í meditatión og sjálvsmenning.

Við fleiri enn 25-ára-longum undirvísingarroyndum í skjáttuni er hann uttan iva ein hin mest royni á hesum økinum. Henrik er næmingur hjá Jes Bertelsen og er knýttur at Vækstcentrinum, sum er ein miðdepil innan menning og meditatión í Nørre Snede, Danmark.

Umframt at arbeiða við leiðslumenning, einstaklinga- og bólkacoaching og eitt nú evnum innan strongd, samskifti og samstarv, virkar Henrik sum persónligur ráðgevi hjá stjórum og einstaklingum.

Undirvísingin hjá Henrik hevur støði í námsfrøðuligu kjarnuni, ið er sprottin úr 38-ára longu frálæruni hjá Jes Bertelsen. Frálæra er væl grundað á vísundaliga gransking úr vesturheiminum og er sameind við lívslangar royndir innan økið.

Henrik Krag hevur skrivað bøkurnar: "Selvudvikling for det hele menneske, fra men til og";  "overLEV i parforholdet" og "5 HJERTEFØLELSER"; sum er samskrivað saman við maka og samstarvsfelaganum Biritu Nolsø.
Birita Nolsø
Birita Nolsø

Birita Nolsø eigur og rekur Vaksa. Hon hevur útbúgving innan leiðslu, umsiting og samskifti og hevur 20-ára langar royndir innan samskifti, miðlan, tænastu, leiðslu, fyrisiting og samskipan. Afturat Vaksa hevur Birita drúgvar royndir sum fulltrúi innan almenna fyrisiting, har hon eitt nú hevur fingist við HR, innovatión, umsiting, førleikamenning, toymis- og prosess- og verkætlanarleiðslu. Hon hevur eisini starvast á Visit Faroe Islands (Ferðaráð Føroya) og hevur eina útbúgving innan altjóða ferðavinnu.

Birita hevur seinastu 9 árini arbeitt miðvíst við sinnisvenjing, persónliga menning og meditatión. Síðani 2011 hevur hon fingið regluliga og intensiva frálæru í mindfulness og empatigrundaða meditatión frá Jes Bertelsen, leiðara á Vækstcentrinum.

Hesin depilin hevur millum annað fingið viðurkenning frá virda deplinum innan heilsu og mindfulness hjá Jon Kabat Zinn, ein av kendastu og fremstu stovnarunum á mindfulness økinum í USA.

Í síni frálæru sameinir Birita sínar royndir, vitan og førleikar. Hon skipar frálæru, framløgur og skeið av ymsum slag, eitt nú í mindfulness, burðardyggari menning, samstarvi, samskifti og empati-grundaða leiðslu. Birita arbeiðir eisini við ymsum útgávum. 2018 kom bókin 5 HJERTEFØLELSER út. Bókin er skrivað av manni og samstarvsfelaganum Henrik Krag. Birita hevur samskrivað og ritstjórnað bókina. Ein onnur ljóð-útgáva er Heart WAKE, sum er eitt nýhugsað ljóðamboð til frama fyri økta lívsgóðsku.

X