Sunn sinn:

//Sunn sinn:

Vaska Tær !

Flestu okkara eru nøkulunda rein og eta rímiliga rætt. Í øllum føri vita vit, hvat er skilagott og neyðugt. Altso vit hava eitt reinføri, ið tryggjar at vit anga rætt og so matvanarnar, sum tryggja at likamliga heilsan er í rímiligum standi. Og so er tað kropsliga rørslan, sum í hesum døgum sýnist at sveiggja yvir í tað, sum áður einans var fyri tey heilt fáu. Tey, sum pressaðu seg og sprongdu – vanlig – mørk. Marathon, Tour de France og annað meira víðgongt innan ítróttarlívið. Alt hetta er nú vorðið gerandislív. Nú rennur ella súkklar hvør Hanus og Janus – og hvør Marin og Karin. Vit renna og súkkla, sum er hin grábeinti beint í hølunum á okkum. Og av og á kann eg undrast á, um vit veruliga kenna tað so: At tað stendur um lív. Og hvør minuttur telur – ja, hvørt sekund. Sum renna vit fyri lívinum. Og nøkur gera uttan iva júst tað. Tí skynsom rørsla hevur eisini jaliga ávirkan á tína heilsu. Ella renna vit undan?

Hvussu er so vorðið við heilanum? Okkara sinni, tankum og okkara kenslum? Hvussu sunn eru okkara sinn og kenslur í hesum døgum? Og hvussu var statt, um vit reinsaðu okkara sinn, tankar og kenslur líka væl og ofta, sum vit vaska kroppin? Og um vit vandu okkara tilvit líka nógv sum okkara likam?
Eg havi mangan hitt fólk, sum uttan á sýnast so sunn – tey eta sunt, venja og klæða seg væl. Og tey hava mangan nógv at siga og duga eisini væl at tala.
Tíverri kann sinnið vera so fult av støvi, at tað er dálkað ella í ávísum føri nærum oyðilagt. Og teirra sinn eru við tíðini vorðin eitt fangahol við endurtøkum og avmarkingum. Tey eru fangaði av endurtøkum, ótta og gamlari vanahugsan. Av oyðandi tankum og kenslum. Og tey varnast møguliga ikki, at so er.
Flestu okkara kunnu nikka játtandi og kenna uttan iva støður í okkara lívi, tá okkara sinn ella okkara kensluløg fanga okkum, og vit merkja støvið, eitrandi tyngdina og vit gerast fangar í eina tíð. Nøkur leingi -onnur bert stuttar løtur.

Nøkur dálka bert inneftir – seg sjálvan. Onnur gera størri skaða. Og tíverri smittar hetta slagi av dálking nógv meira enn ein skitin kroppur ella eitt ósunt likam. Tí eitt fanga sinn við neiligum tankum og kenslum er sum hin reina gift. Hon seyðrar allastaðni, eisini út í millum rivjabeinini og inn í okkara kroppar, hjørtu og sinn. Og tað ringasta av øllum er, at tú stendur uttan verju, tí slíkt eitur er ofta orðaleyst og ósjónligt. Tó at tankameldrar og orðastreymar lættliga koma í hesum sambandi. Av og á koma hesir streymar seinni – sum óndur slatur ella sleyg. Skaðin er tó líka stórur hvørja ferð.

Øll ynskja eitt gott og eitt langt lív, tað eri eg sannførd um. Og flest øll ynskja okkara næsta tað besta, innast inni. Og tí er eisini gott at læra og venja vanligt reinføri í mun til okkara egna sinn, okkara tankar og okkara kenslur.

Her koma seks einføld stig til eina byrjan. Les við opnum sinni 🙂

  1. Vaska tær ! hvønn dag í minst 10 minuttir. Set teg niður og reinsað sinnið fyri tankar. Lat kenlsurnar fáa frið eina løtu, og ven teg at eygleiða, fram um at vera eitt við tínar tankar og kenslur. Mindfulness meditatión er eitt sera gott amboð at nýta. Tað kann kennast møðsamt at byrja við, tí tú gert varðug/ur við, hvussu nógvar tankar tú hevur. Miss ikki mótið, tí tað lønar seg.
  2. Steðga á: Steðga – hygg – far. Júst sum við ferðsluljósini. Gerð hetta so ofta sum til ber.
    Brúka andadráttin og kropstilvitið til at koma aftur til tín sjálvs.
  3. Brót vanan: Innan tú tosar, svarar ella surrar í tínum gomlu “synapsbanum”, so spyr teg sjálvan: Er tað satt, gagnligt og vinaligt? Helst skal tað vera øll trý samstundis. Er tað ikki, so steðga og tig. Er tað innan í, so royn at skifta tankan út – brót hann av við einum øðrum sonnum tanka, ella skapa eina fráleiðing.
  4. Ven vinsemi: Alt, sum tú hugsar um onnur eru TÍNIR tankar. So tá tú følir eitthvørt, so kemur hendan kenslan frá tær – og snýr seg tí uttan undantak um teg sjálvan. Hini eru bert eitt høvi at koma í samband við hesar kenslur ella tankar – og mangan er tað beinleiðis ósatt. So næstu ferð tú fært ein tanka, so vend honum innan í og vita, hvussu hesin ljóðar, um tað kemur úr hjartanum. Vita síðani um tú kanst fremja vinsemi báðar vegir – mótvegis tær sjálvum – og mótvegis øðrum.
  5. Sissa tín holuheila: Heilin hevur ikki ment seg á jøvnum føti við okkara nútíðar tøkni og lív. Hann er enn ein holuheili við out-of-date software. Ynskir tú gerast minni óttastýrd av hesum sera primitiva heila, so mást tú læra at sissa serliga sympatikus, og stillisliga flyta teg yvir í parasympatikus gearið. Heilsugóð amboð, ið sissa teg, eru góð. Grundamboð innan sinnisvenjing/meditatión eru sera hent.
  6. Um einki riggar: So flyt teg burtur frá eina løtu, brót teg sjálvan av. Far út í fríska luft, inn í eitt annað rúm ella hugsavnað teg um annað jaligt virksemi eina løtu. Lurtað eftir einum góðum lagi, dansað ella set teg niður at eygleiða fuglar ella annað, ið er meira nærverandi enn tú hesa løtuna. Ella verð sum barnið uttan skíggja: Forvitin, opin og til staðar í løtuni.
X