Leiga “Glasstovuna”

/Leiga “Glasstovuna”

Leiga Glasstovuna á Velbastað

GLASSTOVAN á Velbastað

Ró, rúmd og fokus

Glasstovan hjá okkum á Velbastað bjóðar tær ein ljósan, opnan og heimligan karm.

Vit bjóða tær inn í okkara privata heim. Glasstovan liggur einans 12 minuttir úr Havnini og er sera vælegnað til virksemi, ið tørvar ró, rúmd og fokus.

Stovan verður vanliga nýtt til frálæru, venjing og til meditatión. Nú vilja vit bjóða tær, tínum fundarfelaga, arbeiðsplássinum, leiðslutoyminum, arbeiðsbólkinum, ella toyminum á gátt.

Friðurin og stórbæra útsýnið út á fjørðin og til oyggjarnar gevur tær serstakliga góðar møguleikar fyri sonnum arbeiðs- og sinnisró.

Her er ljóst og opið og tað stimbrar sinn, sansir, hugflog, nýskapan, víðsjón og opinleika.

Rúmið er innrættað opið og stuðlar undir møguleikan fyri ró og fokus til munagott arbeiði, samstarv og samskifti. Í trá við eitt frítt og skapandi sinni.

Glasstovan er áleið 24 m2 til støddar.

Glasstovan er tøk ávísar gerandisdagar.

(Tá tú velur tíð, vinarliga vel fleiri um tað t.d. er frá 09-15)

[contact-form-7 id=”519″ title=”Bílegg Glasstovuna”]

Komandi tiltøk í Glasstovuni

X