Hugleiðing um meditatión

//Hugleiðing um meditatión
Hugleiðing um meditatión

Hugleiðing um:
MEDITATIÓN

Google ger tað, topp-ítróttarfólk gera tað, leiðslur og arbeiðspláss gera tað, sangstjørnur gera tað og onnur vanlig fólk gera tað ….

Nú meditatión er vorðið alsamt meira ‘in’ – eisini í Føroyum – havi eg hug at deila mínar áralongu royndir innan hetta økið. Kanska hetta kann geva tær íblástur, stilla sunna forvitnið og møguliga avlíva ein ella fleiri fordómar.

“Tú kanst ongantíð lesa til meditatión, tú kanst einans lesa um meditatión. Í meditatión tosa vit um at uppdaga okkara natúrligu og viðføddu eginleikar. Og alt, sum er sinnislig avrik og vilja-stýrt, er júst anti-meditatión. Meditatión skal merkjast og venjast, um tað veruliga skal muna.”

Og tað ger tað rættiliga skjótt. Ja, flest øll kunnu skjótt fáa eina ‘feel good’ uppliving, tá tey royna hetta við góðari vegleiðing. Fleiri gerast tó bilsin av ganginum av tankameldrinum og av møðini í okkara kroppi, tá vit fyri fyrstu ferð veruliga merkja og uppdaga, júst hvussu vit hava tað. Tað snýr seg um at rúma øllum, eisini ganginum og møðini. Og tað snýr seg eisini um at sleppa spenningum, bæði í høvdinum og í kroppinum. At hvíla og vera. Tað snýr seg um djúp innlit. Av og á eisini at taka neyðug stig – til dømis at geva kroppinum neyðugu hvíldina, ella at avloysa neiligar tankar og atferðarmynstur jaliga.

Tað eru nógv ymisk sløg av meditatión og ymiskt er, hví og hvussu mann mediterar. Umframt eina tilvitaða ella ótilvitaða andaliga tráan, hava alsamt fleiri eina heilsu- og/ella sálarfrøðiliga orsøk. Mest vanliga og kenda tilgongdin er grundleggjandi mindfulness – altso ein venjing, ið gevur tær samband við kroppin, stillar sinnið og gevur tær evnið at eygleiða og merkja tínar tankar og kenslur, heldur enn vera fangað av hesum. Og í hesum møguleikanum liggur eitt ómetaliga stórt frælsi og ein kærkomin møguleiki.

Fyrstu stigini til tað slagið av meditatión, sum eg fáist við, er mindfulness grundað. Við mindfulness amboðum lærir tú við at stilla tankameldurin og at arbeiða við tínum kenslulagið. Hetta gert tú fyrst og fremst við at arbeiða við kroppinum, andadráttinum og sinninum. Flest øll hava gagn av einføldum mindfulness venjingunum og amboðum, tí tú fært rættiliga skjótt eina økta nærveru, størri kropstilvit, meira ró, minnið strongd og ótta, og við tíðini alsamt færri tankar.

“Nógv nýta mindfulness til eina “feel-good” løtu í gerandisdegnum, eina løtu til at stilla sinnið og kroppin. Og at fylla orku-tangan aftur. Tað er prógvað, at mindfulness munar í viðgerðini av eitt nú strongd, ótta og tunglyndi.”

Við mindfulness flytur tú teg frá at vera eitt við tankar og kenslur, til at vera tann, ið hevur tankar og kenslur. Hetta er eitt týðandi stig, sum øll kunnu venja. Tí vit eru øll stýrd av tankum, kenslum og hugløgum. Av framtíð og fortíð. Og trupult er tískil at vera í nú’inum – júst har, sum alt er.

Í dag kanst tú fáa alskyns mindfulness skeið og onnur diplom online og onsite – og tað kann tað vera trupult at skyna á, hvat veruliga hevur dygd og munar. Tí tað er lætt at villast í frumskógini ella at lesa og fylla høvdið við alskyns klókum tankum – eisini um meditatión og sinnisvenjing – nakað annað er at liva, vera og venja tað hvønn dag. Tað snýr seg um at vera tað og fáa tað inn í lívið.

“Meditatión er fyri mær evnið at vera nærverandi, opin og í nú’inum. Alt í senn. Og tað krevur nógva venjing, skal tað eydnast at fáa hetta við sær inn í lívið og gerandisdagin. Afturat mindfulness og meditatión arbeiða vit sera nógv við djúpsálarfrøði, áhaldandi venjingum og við eginleikunum í hjartanum.”

Tað er so ómetaliga nógv meira enn ein teknikkur. Tað er lívshugburður. Ja, ein liviháttur. At vera full og heil tilstaðar, júst har, sum tú ert. Og at hava hjartað við sær. Hetta eydnast sjálvandi ikki allatíðina. Av og á missa vit øll fótafestið og koma so við okkara innara vísdómi, amboðum og royndum alsamt skjótari aftur á natúrliga kós. Tað er ein áhaldandi avbjóðing og javnvág.

“ Í dag – aftaná sera avbjóðandi og intensiva lívsvenjing – kann eg siga, at tað hevur eydnast mær at vera still mitt inni í eyganum á ringastu ódnini.”

Aðrar tíðir kann vera neyðugt at flyta seg burtur úr ódnini, innan hon fær fastatøkur á tær. Hetta er í stóran mun ein venjing í eginumsorgan, tí mangan skal alt ov nógv til, innan vit megna at koma burtur úr eini oyðandi ódnarstøðu í lívinum. Eginumsorgan og umsorgan fyri øðrum er tí ein hornasteinur, eisini innan meditatión.

Innan eg byrjaði at meditera, var eg, sum flest onnur, fangað av tankaspuna og kenslumeldri. Eg var opin og var tískil eisini lætt ávirkað av tí, sum fór fram rundan um meg. Nú havi eg lært at miðsavna, hugsava og at rúma hesum viðfødda eginleika til gagn fyri onnur. Og nú er tað ein sonn gáva.

“ Meditatiónin og sálarfrøðilig menning gevur tær eitt størri mótstøðuføri, eisini í strongdum støðum. Tú betrar tíni evni til hug- og miðsavnan og kann sum heild fáa størri lívsdygd og meira gleði inn í lívið.”

Sum barn var millum annað kirkjan staðið, har eg tráðaði eftir stóra og vakra í lívinum. Eg minnist, at eg plagdi at sita og hyggja upp í høga kirkjuloftið. Eg leit upp eftir tí stóra og vakra og grundaði yvir, hvussu har mundi vera – heilt har uppi. Tað geri eg ikki longur, tí nú kenni eg, at alt hetta er júst her og júst nú – og allastaðni. Tað er ikki neyðugt at hyggja upp í loftið, hóast tað eisini kann vera hugaligt av og á.

“Lívið er stórt og vakurt – og hátíðarkenslan er allastaðni, bert tú loyvir henni og varnast tí, sum altíð er. Innan í og uttan um. Og eisini hetta kann venjast.”

Fyri mær hevur lívið við meditatión, menning og sálarfrøði verið kollveltandi. Øll hava ein dreym um eitt lív í og við kærleika. Og eg kenni, at eg havi funnið hurðina inn til eitt slíkt lív. Eitt lív uttan fordómar, dóm ella niðran. Eitt lív við meira viðurkenning enn ábreiðslu. Sannleika, fram um gykl. Álit, heldur enn misálit. Og eitt lív við meira kærleika, takksemi, empati, áliti og opinleika. Tað er sum at fáa nýggjar brillur. Og tær fylgja tær allastaðni – bæði heima og úti.

Tú sært teg og onnur av nýggjum. Og tú sært meira tað, sum gott er, enn tað, sum haltar. Alt tað trupla og svarta er har. Munurin er tó, at tín innari dómarin missur alsamt meira vald, og tað sama ger hin uttari. Tí lívið er alt ov virðismikið til feil-mentan. Tó so, alt hevur ein prís og at fáa nýggjar brillur merkir eisini, at tú sært tað, sum innan var døkt fyri eyga. Og tað kann vera svárt at síggja og merkja nakna sannleikan. At fáa ljós inn í myrkar krókar og at síggja lívsins illusjónir.

“At vakna úr lívsins dreymum og at uppdaga, at lívið ikki er so, sum tú helt tað vera. Tað er svárt og hart. Og tá er týdningarmikið at hava góða og køna vegleiðing – at hava hjartað við og at megna at tendra ljós í myrkrinum. Og at arbeiða skynsamt við lívsins skuggum. Tí hesar hava vit øll. Um vit síggja teir ella ikki.”

Hevur tú hug at fáast við meditatión, so hav hjartað við. Meditatión uttan hjarta kann gerast heldur kalt og meditatión bert við hjartanum kann hinvegin blíva sentimentalt og veruleikafjart. Alt skal við – andadráttur, kroppur, tankar og kenslur – eisini tær truplu – um tað veruliga skal muna. Meditatión er ein leið til at betra um lívið sum heild. Og vit kunnu øll venja tað, tí hetta eru viðføddir eginleikar.

Byrja bara

  1. Tak tær tíð: 10 minuttir muna – til at seta teg at venja andadráttin. Andadrátturin er eitt ómetaliga gott portur inn til nærveru, sinnis- og kropshvíld og tilvit. Ven andadráttin regluliga í gerandisdegnum.
  2. Ven at knýta andadráttin saman við kroppinum við t.d. kropsskanning ella øðrum. Lær teg at sleppa spenningum og at lata sinnið vera opið uttan ávísa ætlan.
  3. Ert tú til ljóðfílur, so royn HeartWake, sum liggur á okkara heimasíðu ella aðrar munadyggar ljóðfílur ella appir. HeartWake er sera góð venjing til hjartað, munadygga orku og til neilig lívsmynstur.
  4. Hjartað: Byrja við at venja vanligt takk- og vinsemi. Hesin viðføddi eginleiki kann venjast allastaðni – heima, úti, til gongu, til arbeiðis, ella í longu bíðirøðini til kassan í SMS. Tað besta av øllum er, at tað smittar – júst sum neiligar kenslur, so smitta tær jaligu – tó jaliga 🙂
  5. Lær teg at seta spurningar við egnar tankar og kenslur – spyr teg sjálvan: Er tað veruliga satt – tað sum eg hugsi ella føli júst nú? Og hevur tað nakað veruligt gagn? Og er tað vinarligt mótvegis mær og øðrum? Og ven síðandi at sleppa neiligum og oyðandi tankum og kenslum.

Vaksa.fo bjóðar køna vegleiðing innan meditatión, bæði til einstaklingar, bólkar og til arbeiðspláss. Vit hava fastan meditatiónsbólk og skipa javnan fyri tiltøkum, kvirrudøgum og øðrum.

Ert tú forvitin, og hevur tú hug at vita meira, so vitja Vaksa.fo ella send eitt teldubræv til tilmelding@vaksa.fo.

X