Birita Nolsø
Birita Nolsø eigur og rekur Vaksa. Hon hevur útbúgving innan leiðslu, umsiting og samskifti og hevur 20-ára langar royndir innan samskifti, miðlan, tænastu, leiðslu, fyrisiting og samskipan. Afturat Vaksa hevur Birita drúgvar royndir sum fulltrúi innan almenna fyrisiting, har hon eitt nú hevur fingist við HR, innovatión, umsiting, førleikamenning, toymis- og prosess- og verkætlanarleiðslu. Hon hevur eisini starvast á Visit Faroe Islands (Ferðaráð Føroya) og hevur eina útbúgving innan altjóða ferðavinnu.
Birita hevur seinastu 9 árini arbeitt miðvíst við sinnisvenjing, persónliga menning og meditatión. Síðani 2011 hevur hon fingið regluliga og intensiva frálæru í mindfulness og empatigrundaða meditatión frá Jes Bertelsen, leiðara á Vækstcentrinum.
Hesin depilin hevur millum annað fingið viðurkenning frá virda deplinum innan heilsu og mindfulness hjá Jon Kabat Zinn, ein av kendastu og fremstu stovnarunum á mindfulness økinum í USA.
Í síni frálæru sameinir Birita sínar royndir, vitan og førleikar. Hon skipar frálæru, framløgur og skeið av ymsum slag, eitt nú í mindfulness, burðardyggari menning, samstarvi, samskifti og empati-grundaða leiðslu. Birita arbeiðir eisini við ymsum útgávum. 2018 kom bókin 5 HJERTEFØLELSER út. Bókin er skrivað av manni og samstarvsfelaganum Henrik Krag. Birita hevur samskrivað og ritstjórnað bókina. Ein onnur ljóð-útgáva er Heart WAKE, sum er eitt nýhugsað ljóðamboð til frama fyri økta lívsgóðsku.