Anno 2017
Anno 2017
Meining, gleði & lívsdygd


Hey ,

Vit hava nú fingið eina heimasíðu til okkara virksemi, og tað er við gleði, at vit bjóða tær til árliga tiltakið
Anno 2017, hósdagin 29. desember kl. 13-18 á Velbastað.

Hetta tiltakið er fyri øll:
familjur, pør, støk og vaksin børn.

Á hesum evnisdegi eftirmeta vit tað farna, líta fram og arbeiða við nærveru í nú’inum.

Við sálarfrøðiligum og filosofiskum innliti, fáa vit amboð til at sjálvi at taka ábyrgd fyri, at 2017 gevur mest møguliga meining, gleði og lívsdygd.

Tað er rithøvundi, heimsspeki og undirvísari Henrik Krag, ið leiðir dagin.

Henrik hevur 30-ára undirvísingarroyndir innan meditatión og sjálvsmenning. Hann hevur skrivað tvær bøkur innan hetta økið.

Talan er um ein jaligan og hugnaligan dag, við dýbd og dygd í einum hugnaligum umhvørvi.


Tiltakið Anno 2017 kostar 500 kr.
Melda til →
Vaksa
Úti á Heyggi 16 - FO-176 Velbastaður
info@vaksa.fo - www.vaksa.fo
www.facebook.com/vaksa.fo
Frámelda tíðindabræv    |    Sí hendan teldupost í tínum kagara