|
Fríggjakvøldið 3. desember kl. 20 kanst tú koma við á eina forkunnuga nærverukonsert í Auluni Finsen.
Talan er um eina øðrvísi tónleikaframførslu, har tú sum lurtari verður leidd/ur inn í eina stilla nærveru saman við vøkru og ljósu røddini hjá Guðrið Hansdóttir.
Birita Nolsø frá Vaksa leiðir nærveruna, ið er vovin inn í sjálva konsertina. Nærverukonsertin er eitt upplagt høvi at hvíla og njóta løtuna.
Einans 50 atgongumerki eru til sølu.
GG! Áhoyrarar skulu vísa koronapass, gula koppsetingarkortið ella negativa test, ið ikki er eldri enn 72 tímar.
Nær: Fríggjakvøldið 3. desember kl. 20:00
Hvar: Aulan Finsen
Atgongumerki: 150 kr. fáast til keyps her
|