Vaksa
Summarsuð og njóting

So kom summarið við lívi og líðku. Vón um nýtt koronafrítt lív og ljósar summarnætur kveikja eina orku innan í og rundan um okkum. Alt grør og blómar. Eitt satt summarsuð við litum, lívi og logn. 

 MiðSummar - og Summar Retreat eru fyri framman og hósdagin 1. juli er tiltakið Luksus-løtan: Njóting og nærvera í Glasstovuni kl. 10-13.

Nøkur pláss eru enn tøk og til ber at melda til á info@vaksa.fo 

Vit eru sum vænt at hitta online við viðtalum og Birita hevur nakrar tíðir til OrkuViðgerð í Glasstovuni í døgunum 30. juni, 1. og 2. juli.

Skriva til info@vaksa.fo um tíð.

1.JULI: Luksus-løtan: Njóting & nærvera

Vælkomin til Glasstovuna á Velbastað hósdagin 1. juli kl. 10:00-13:00. 

Verkstovan er opin og verður skipað í tveimum pørtum: Einum inniparti og einum útiparti. 

Úti í vøkru náttúrni og inni í friðsælu Glasstovuni á Velbastað fært tú 3 luksus-tímar til njóting, mindfulnessvenjing og hvíld í náttúruni.
Vit byrja róliga við yin- og andadráttarvenjingum á máttuni, og vit taka støði í veðrinum júst hendan dagin og er veðrið til vildar verður terrassan eisini tikin í nýtslu.
Seinni parturin av verkstovuni verður nýttur úti til hugdýping og hvíld í náttúruni. 
Vit fara niður í ferð, njóta og sansa í vakra umhvørvinum kring Glasstovuna. Vit gera venjingar úti í náttúruni og læra at vera í náttúruni á ein nýggjan hátt. 
Hav hóskandi klæðir við. Tørvar tær pútu og sita ella liggja á, so tak fegin eina við.
Pláss er fyri í mesta lagi 8 luttakarum.
Øll eru vælkomin. Frálæran er á føroyskum. 
Kostnaður: 450 kr. 
Tíð: Hósdagin 1. juli kl. 10-13
Undirvísari: Birita Nolsø 
Tilmelding: info@vaksa.fo
Sí meira ...

GOTT SUMMAR !!!!! 

 

Meira kunning: Vaksa.fo og Vaksa á Facebook

Vaksa
Úti á Heyggi 16 - FO-176 Velbastaður - info@vaksa.fo
www.vaksa.fo
- www.facebook.com/vaksa.fo

Tínar stillingar ..

Frámelda tíðindabræv    |    Sí hendan teldupost í tínum kagara