|
Hetta MiðSummar Retreatið er ætlað tykkum, ið vanliga eru partur av meditatiónsbólkinum, sum áður hava verið við á okkara retreatum, ella í løtuni eru á bíðilista til august retreatið.
Nýggir luttakarar eru eisini vælkomnir at melda til. Royndir í mindfulness ella meditatión er ein fyrimunur, tó ikki treyt.
Talan er um tríggjar intensivir dagar við venjing, hugdýping og vítt til veggja, bæði inni og úti. Á hesum skeiðinum sameina vit dans, yoga, meditativa venjing, empati og sinnisvenjing við áhaldandi venjingum. Vit njóta eisini vøkru náttúruna kring Elduvík.
Skeiðið byrjar hóskvøldið 24. juni kl. 19 og hinar dagarnar verður byrjað við felags morgunmati, síðani morgunmeditatión, frálæru og venjingum. Seinnapartar nýta vit til hugdýping, venjing, meditativar náttúruupplivingar og frálæru. Tíð verður til hvíld og kreativitet. Um kvøldið verður eisini skipað fyri frálæru. Tíð verður sett av til dreymatýðing.
Undirvísarar eru Henrik Krag og Birita Nolsø. Avmarkað pláss!
Kostnaður: 3.300 kr. fyri hvønn, íroknað frálæru, matarveiting og gisting.
Stórur áhugi er fyri okkara retreati og pláss er tryggjað, tá tilmelding er móttikin, plássið váttað, og depositum à 1000 kr. er goldið. |