Vaksa
FLUFFY - ein átuligur bóklingur um mindfulness og sinnisvenjing

FLUFFY er ein vinalig vegleiðing heim til tín sjálvs, ein ítøkiligur venjari og neyvur leiðbeinari til mindfulness og venjing av sinninum. 

Bóklingurin er ein brellbiti: Lítil, lættur og átuligur. Hann vísir á eina møguliga leið, ið kann bøta um tína lívsdygd í gerandisdegnum.

Hann er ætlaður øllum, ið hava hug og forvitni at arbeiða við neyvari sinnisvenjing og menning. 

FLUFFY er fyrsta bókaútgávan hjá Biritu Nolsø.

FLUFFY kostar 139,- og er í bókabúðunum

frá fríggjadegnum 11. desember. 

 

BÍLEGGING

Les meira um FLUFFY á síðuni HER

Keypir tú fleiri enn fýra bøkur ber til at bíleggja FLUFFY og fáa 10% í avslátturi beinleiðis frá Vaksa á info@vaksa.fo

Keypir tú fleiri enn 10 bóklingar, er avslátturin 15%.  

Send ein teldupost til info@vaksa.fo.    

Til ber somuleiðis at gera vanligar bíleggingar av FLUFFY um Bókamiðsøluna á bms@bms.fo 

Tú kanst eisini keypa FLUFFY í bókhandlunum fyri 139,- kr.

UM FLUFFY

Bóklingurin er ein brellbiti: Lítil, lættur og átuligur. Hann telur 80 blaðsíður og hevur eina fittliga stødd. Hann vísir á eina møguliga leið, ið kann bøta um lívsdygdina í gerandisdegnum. 

FLUFFY er ætlaður øllum, ið hava hug og forvitni at arbeiða við neyvari sinnisvenjing og mindfulness 

Í FLUFFY eru meira enn 20 ymsar venjingar. Talan er millum annað um sinnisvenjingar, venjingar í kropstilviti og hjartavenjing av ymsum slagi. 

Í sambandi við útgávuna eru framleiddar ljóðfílur við venjingum.

Tú kanst lurta eftir venjingunum HER.

FLUFFY tekur støði í frálæruni hjá Vaksa, sum bjóðar dygdar frálæru í empatigrundaðari meditatión, persónligari menning og mindfulness. Fluffy hevur sítt upprunastøði í meira enn 10 ára longum arbeiðs- og lívsroyndum. Bóklingurin hevur sítt akker í 35 ára longum frálæruroyndum í sinnisvenjing, djúpsálarfrøði, empatigrundaðari meditatión og mindfulness. 

FLUFFY ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt dygdargott lív bæði heima, úti, í skúlanum, millum vinir, á arbeiðsplássinum og í lívinum sum heild.

 

 

Parlagið
Meldið. til ANNO 2021 !

Vælumtókta tiltakið ANNO 2021 verður

týsdagin 29. desember kl. 13 – 17.

Á hesum evnisdegi eftirmeta vit tað farna, líta fram og arbeiða við nærveru í nú’inum.

Við sálarfrøðiligum og filosofiskum innliti fáa vit amboð til sjálvi at taka ábyrgd fyri, at 2021 gevur mest møguliga meining, gleði og lívsdygd. Henrik Krag leiðir dagin.

Kostanður 550 kr.

Undivísari: Henrik Krag

Dagur: Sunnudagin 29. desember kl. 13:00 – 17:00

Staður: Glasstovan á Velbastað, ella annað hóskandi høli

Tilmelding: info@vaksa.fo

Sí meira ..

Vaksa
Úti á Heyggi 16 - FO-176 Velbastaður - info@vaksa.fo
www.vaksa.fo
- www.facebook.com/vaksa.fo

Tínar stillingar ..

Frámelda tíðindabræv    |    Sí hendan teldupost í tínum kagara