Vaksa
NÝTT: Kom á parskeið 8. nov. í Elduvík - Parskeið í Danmark - Nýtt MiðSummar-Retreat - Anno 2021

Nýggj orka: Heystið komið og veturin er í nánd. Okkum tørvar hvíld og nýggja orku. Korona møðir og hevur eisini kollvelt okkara lív. Vit eiga at liva okkara lív, meðan vit skulu ansa hvør eftir øðrum og eftir okkum sjálvum. Vaksa bjóðar tær nýggja orku í einum tryggum umhvørvi. Vit lata upp og bjóða tykkum til ein pardag í Elduvík, til Anno 2021 tiltakið, á MiðSummar Retreat og á eitt serligt parskeið við vesturstrondina í Danmark komandi summar - øll tiltøkini niðanfyri, undantikið tiltakið við gamla meditatiónsbólkinum, eru opin fyri tilmeldingum.

Hjartaliga vælkomin ! 

Parlagið
Gev tær og tínum parlagi nýggja orku!

Sunnudagin 7. november kl. 10:00 – 16:30 hjúka vit um parlagið. Talan er um eitt opið dagsskeið í Elduvík fyri pør. Hendan dagin gera tit nakað gott fyri tykkum og tykkara parlag. Komið og fáið íblastur, amboð og upplivingar, sum ríka tykkara relatión. Tit fáa ein góðan og hugnaligan dag saman. Frálæran er eitt hóskandi bland millum ástøði, smærri venjingar sínámillum og reflektión. Møguleiki er at njóta náttúruna kring Elduvík. Dagurin endar kl. 16:30, so tit hava stundir at koma út at eta ein góðan bita saman, ella tit kunnu njóta kvøldið heima. 

Fyriskiparar taka koronaatlit, vit hava eitt avmarkað tal av luttakarum og hóskandi reinføri. 

GG! Verður skeiðið avlýst vegna broyttar koronaumstøður, fáa luttakarar fult skeiðsgjald afturgoldið.

Undirvísarar eru Henrik Krag og Birita Nolsø. Sí stutta videobrotið frá Henrik um parlagið her

Sí leinki til bókina 5 HJERTEFØLELSER hjá Henrik Krag og Biritu Nolsø her.

 Kostnaður: 1.475 kr pr persón. Avmarkað pláss.

 

Sí meira ..
Kvøldsetan - eitt gott parlag
Serstakt dagsskeið við gamla meditatiónsbólkinum

Korona darvaði okkara virksemi í fyrru hálvu og tí skipa vit leygardagin 6. november fyri einum serstakum tiltaki fyri tykkum, ið vóru meldaði til meditatiónsbólkin í fyrru hálvu. 

Talan er um eitt fult dagsskeið uttan eyka kostnað. 

Dagurin verður í Glasstovuni á Velbastað.

Tíð: kl. 10:00 – 16:30.

Sí meira ..
NÝTT: MiðSummar Retreat í Elduvík

August Retreatið 2021 bleiv beinanvegin yvirteknað, og vit bjóða tær nú til eitt nýtt Miðsummar Retreat í døgunum 24. – 27juni.

Talan er um tríggjar intensivir dagar við venjing, hugdýping og vítt til veggja, bæði inni og úti. Á hesum skeiðinum sameina vit dans, yoga, meditativa venjing, empati og sinnisvenjing við áhaldandi venjingum. Vit njóta eisini vøkru náttúruna kring Elduvík. 

Skeiðið byrjar hóskvøldið 24. juni kl. 19 og hinar dagarnar verður byrjað við felags morgunmati, síðani morgunmeditatiónfrálæru og venjingum. Seinnapartar nýta vit til hugdýping, venjing, meditativar náttúruupplivingar og frálæru. Tíð verður til hvíld og kreativitet. Um kvøldið verður eisini skipað fyri frálæru. Tíð verður sett av til dreymatýðing.

Undirvísarar eru Henrik Krag og Birita Nolsø. Avmarkað pláss!

Kostnaður: 3.300 kr. fyri hvønn. 

 Stórur áhugi er fyri okkara retreati og pláss er tryggjað, tá tilmelding er móttikin, plássið váttað, og depositum à 1000 kr. er goldið.

Sí meira ..
Nýtt: Parskeið í Danmark

Fleiri ferðir hava vit fingið uppskot og áheitan um at skipa eitt skeið í Danmark. Tað gera vit nú :)

Tríggir intensivir dagar við venjing, hugdýping og vítt til veggja, bæði inni og úti. 

Í døgunum 27.-30. mai hevur tú møguleikan at koma við til Østerløkke í Jyllandi á eitt serstakt parskeið.

Staðsetingin er ein vakur fýralongdur standargarður beint við vesturstrondina í Jyllandi.

Garðurin er væl innrættaður við dupultkømrum og er útgjørdur til skeið og frálæru. Maturin er leskiligur og heilsugóður.

Skeiðið er halgað kærleikslívinum og tit fáa íblástur, upplivingar, innlit og amboð, sum betra tykkara parlag. Og tit fáa góðskutíð saman, eisini til at ganga túrar saman á tí vøkru strondini.

Praktisk kunning

Staður: Øster Løkke, Løkkevej 4, Trans, 7620 Lemvig Danmark
Tilmelding: Fer fram við at skriva til info@vaksa.fo
Undirvísari: Henrik Krag og Birita Nolsø

Kostnaður: 5.825 kr. íroknað fult uppihald, kost og frálæru allar dagarnar. Depositum á 2000 kr. verður goldið innan 31. desember. Restgjald verður flutt innan 1. mars 2021. Flutningur kemur afturat.

 

Sí meira ..
ANNO 2021

Kom væl inn í 2021 ! Vælumtókta tiltakið ANNO 2021 verður týsdagin 29. desember kl. 13:00 – 17:00. 

Á hesum evnisdegi eftirmeta vit tað farna, líta fram og arbeiða við nærveru í nú’inum. 

Við sálarfrøðiligum og filosofiskum innliti fáa vit amboð til sjálvi at taka ábyrgd fyri, at 2021 gevur mest møguliga meining, gleði og lívsdygd.

 

Henrik Krag leiðir dagin.

Kostanður 550 kr.

Tryggja pláss: info@vaksa.fo 

Sí meira ..

Vaksa
Úti á Heyggi 16 - FO-176 Velbastaður - info@vaksa.fo
www.vaksa.fo
- www.facebook.com/vaksa.fo

Tínar stillingar ..

Frámelda tíðindabræv    |    Sí hendan teldupost í tínum kagara