|
Tað er alt ov nógv neilig Trump-orka og alt ov lítið av kvinnustyrki og orku í øllum heiminum, eisini í Føroyum.
Sunnudagin 8. mars - kvinnudagin - feira vit kvinnuna, hennara styrki og hennara veru.
Hevur tú hug at vera partur av einum felagsskapi sum arbeiðir við kvinnuligu orkuni, innari styrki, rótfesti, mótstøðuføri, nærveru, meditatión, rørslu, kropsvenjing, javnvág, lívsorku, náttúru og persónligari menning, so er hesin bólkurin nakað fyri teg.
Talan er um tríggjar sunnudagar í mars, apríl og mai kl. 13:00 – 17:00. Av tí at talan er um ein lítlan bólk og at vit arbeiða á máttuni, so er avmarkað pláss.
Luttøka í bólkinum gevur tær møguleikan at hava ein kvinnuligan felagsskap og vera við til onnur kvinnu-tiltøk.
Kvinnubólkurin hittist hesar dagar: 8. mars, 19. apríl og 17. mai. Undirvísari er Birita Nolsø og frálæran fer fram í Glasstovuni á Velbastað.
Kostnaður er 1.595 kr. fyri allar dagarnar. Tilmelding: info@vaksa.fo
Hjartaliga vælkomin :-) |