|
Við støði í okkara egna livaða parlívi og í bókini 5 Hjertefølelser, varpa vit leygarkvøldi 28. september kl. 19-22 ljós á evnið “Eitt gott parlag”.
Hetta kvøldið er halgað pørum, ið hava fokus á áhaldandi menning og vøkstur í parlívinum.
Talan er um eitt jaligt og hugnaligt kvøld við innlitum, smáum venjingum og frálæru.
Undirvísarar eru Henrik Krag og Birita Nolsø, sum saman hava givið út bókina 5 HJERTEFØLELSER.
Tiltakið, sum verður í Glasstovuni á Velbastað, er opið og øll eru vælkomin.
Avmarkað pláss.
Kostnaður: 300 kr. Tilmelding: info@vaksa.fo |