|
Ársins summar-retreat var enn ein ógloymandi ferð og vit eru ómetaliga nøgd og takksom. Vit hava nú ásett dagarnar til summar-retreat 2020:
Tað verður 4.-8. august í 2020 í Elduvík. Nærri kunning kemur í næstum.
So er árliga summar-retreatið í Elduvík 2020 ásett. Retreatið 2020 verður týsdagin 4. august til leygardagin 8. august. Tað merkir at vit við hesum fáa heilar fýra intensivir dagar við venjing, hugdýping og vítt til veggja, bæði inni og úti. Á hesum skeiðinum sameina vit meditativa venjing innan empati og sinnisvenjing við áhaldandi venjingum og náttúru í fjøllunum kring Elduvík. Byrjað verður við felags morgunmati, síðani er morgunmeditatión og frálæru. Seinnapartar nýta vit til venjing, meditativar náttúruupplivingar og frálæru. Tíð verður til hvíld, og um kvøldið skipa vit aftur fyri frálæru, upplivingum og venjingum. Tíð verður sett av til dreymatýðing.
Av tí at stórur áhugi er fyri hesum skeiði, er "først til mølle" galdandi. Tað merkir at endaligt pláss er tryggjað, tá tilmelding er móttikin, plássið váttað, og depositum à 1000 kr. er goldið.
GG! Avmarkað pláss.
Staður: Elduvík Tilmelding: tilmelding@vaksa.fo Undirvísari: Henrik Krag og Birita Nolsø Kostnaður: Kr. 3.985,- írokna frálæru, kost og logi. |