Summartíðindi frá Vaksa

Hey ,

So er summarið í hondum, og vit takka tykkum øllum hjartaliga fyri hetta hálvárið.

Umframt okkara regluligu bólkar, hevur Vaksa hesa hálvuna havt onnur tiltøk, eitt nú í mun til arbeiðsplássið.

Hetta frøast vit um, tí leiðsla grundað á empati, burðardygd og sinnis-venjing, eitt nú í greiðleika, stinnleika, mið- og hugsavnan er avgjørt nakað, sum øll arbeiðspláss kunnu nýta gagnliga.
Summar-Kvirra á Velbastað
Summar-Kvirra á Velbastað
Vit hava tó enn nøkur tiltøk til summarið. Sunnudagin 16. juni kl. 14-17 verður skipað fyri Summar-Kvirru.

Hesaferð er talan um eina verkstovu. Vit venja nærveru í núinum, hvíld og kvirru.

Hesar tímarnar snýr tað seg um at koma niður í kroppin og inn í kvirruna og nærveruna. Tú venur at vera í nátturuni á ein slíkan hátt, at tín næsti gongutúrur, ella næsta nátturu-uppliving kann gerast enn størri, betri og vakrari.

Frálæran tekur støði í amboðum og royndum í mindfulness-grundaða meditatión og yin-venjing. Vit gera venjingar á máttu, gólvi og til gongu. Undirvísari er Birita Nolsø. Meldað til og les meira her.
Sí meira →
OPIN TILTØK & SKEIÐ
Summar-tiltak fyri pør
Og vit hava eisini nakað til pørini: Vit vilja fegin bjóða tykkum til eitt partiltak í summar. Hava tit hug at luttaka, so sendið okkum ein post til tilmelding@vaksa.fo. Avmarkað pláss er, og talan er í fyrstu syftu um eina 3-tíma verkstovu við støði í okkara hjartabók: 5 Hjertefølelser. Talan er um eitt jaligt og hugnaligt tiltak, sum stuðlar parlívinum. Tíð og stað verður avtalað seinni. Bókin 5 Hjertefølelser fæst til keyps bæði í bókasølum og hjá Vaksa.
Les um bókina 5 HJERTEFØLELSER →
Summar Retreatið í Elduvík
Summar-Retreatið í Elduvík
Vit fegnast somuleiðis um, at okkara árliga summar-retreat í Elduvík 30. juli – 3. august aftur er fullteknað.

Møguliga verður tó eitt einstakt pláss tøkt, um tú ynskir at koma við. Aftur í ár er áleið onnur helvtin føroyingar og hin helvtin danir. Fyri at lætta um hjá okkara donsku gestum, hava vit skrivað eina danska útgávu um okkara summar-retreat. Hetta finna tit við at trýsta á danska flaggið ovast á retreat myndini á Vaksa.fo. Tit eru vælkomin at deila hesa kunning við møgulig áhugaði í Danmark. Les meira her.
Sí meira →
Næsta hálvárið
Næsta hálvárið
Vit vilja ynskja tykkum øllum eitt gott og vakurt summar. Takk fyri hvørja løtu saman og takk til øll tykkum, sum stuðla okkum á alskyns hátt. Vit byrja næsta hálvárið í september, og fara at senda tykkum nýggj tíðindi í hesum sambandi.

Hevur tú hug at vera við í einum bólki, ella hevur tú hug at vit skipa eitthvørt tiltak ella skeið, so skrivað endiliga til okkara við uppskotum og ynskjum.
Far til vaksa.fo →

Vaksa
Úti á Heyggi 16 - FO-176 Velbastaður - info@vaksa.fo
www.vaksa.fo
- www.facebook.com/vaksa.fo

Tínar stillingar ..

Frámelda tíðindabræv    |    Sí hendan teldupost í tínum kagara