Gott nýggjár ,

So hava vit gjørt eina skrá fyri virksemið komandi árshálvuna. Við hesum bjóða eina fjølbroytta kjarnuskrá við tí, sum vit saman - og hvør sær - brenna fyri og ynskja at deila í Føroyum.

Við hesum takka vit fyri farnað árið, sum var fyrsta rættiliga árið hjá Vaksa. Vit kenna enn, at nógv bíðar eftir at fáa lív og skap. Og annað veksur og spírar. Millum annað er ein bókaútgáva ávegis. Bókin "De 5 hjertefølelser" verður tøk í 2018 - og vit gleða okkum.

Vit gleðast eisini um tykkara trúðfesti innan og  eftir Vaksa - og um tykkum, sum eru nýggj í Vaksa høpi. - Hjartaliga vælkomin smile

Kærar heilsur,

Birita & Henrik
Kvinnubólkur
Kvinnubólkur!
Hey tit kvinnur!

Vit sansa & dansa aftur í 2018 - og allar kvinnur eru vælkomnar.

Hesi hóskvøldini verða nú flutt til Velbastaðar, og finna vit aftur til okkara upprunaligu lívsorku.

Arbeitt verður við javnvág innan fleiri øki: kroppstilvit, sinn, andadrátt, kreativitet, hjarta og orku.

Vit venja at sleppa spenningum, at merkja kroppin, at fáa lívsorku, meira gleði og empati.

Venjingin er vælegnað til fyribyrging av strongd, ella vanliga overvan.

Við vegleiðing og bleytum rútmum venja og dansa vit okkum úr høvdinum og niður í kroppin.

Vit enda við liggjandi djúphvíld og mindfulness/empati grundaða meditatión.

Takið pútu og teppi við :-)

GG! Pláss er bert til áleið 8-10 kvinnur, so talan er um ein lítlan bólk.

Hesir tímarnir eru skipaðir soleiðis:

- Lending-upphiting á máttuni/gólvinum,
- Dansur/venjing við ymsum tema
- og so djúphvíld/meditatión.

Dagarnir fyri komandi kvøldini eru hesi:

- 11. januar kl. 19:30 – 22:00
- 15. februar kl. 19:30 – 22:00
- 8. mars kl. 19:30 – 22:00
- 5. apríl kl. 19:30 – 22:00
- 24. mai kl. 19:30 – 22:00

Glasstovan á Velbastað: Friðsæla & vakurleiki

Sum partur av hesum lítla kvinnubólki, bjóða vit tær eitt serstakt og friðsælt andarhol í gerandis- degnum.

Eitt rúm til at koma inn í kroppin á ein breytan og kvinnuligan hátt.

Tað er eitt rúm til at stilla sinnið og mýkja kroppin. At sleppa spenningum og koma í javnvág.

Arbeitt verður við ymsum venjingum til gerandisdagin og vit dansa eisini.

Yogamáttur verða nýttar til byrjan og enda.

Arbeitt verður við kroppi, hjarta, andadrátti, sinni og kreativiteti.

Er veður, verður eisini fari út at venja.

Undirvísari: Birita Nolsø
Kostnaður: 1500 kr. øll kvøldini /
Staður: Vaksa - úti á heyggi 16, Velbastaður
Sí meira →
Anno 2018
ANNO 2018
19. januar kl. 19:00 - 22:00

Árliga tiltakið ANNO – hesaferð 2018 - verður 19. januar. Hetta serstaka kvøldið eftirmeta vit 2017, líta inn í 2018 og arbeiða við nærveru í nú’inum. Tiltakið er fyri øll: Familjur, pør, støk og vaksin børn.

Við sálarfrøðiligum og filosofiskum innliti, fáa vit amboð til sjálvi at taka ábyrgd fyri, at 2018 gevur mest møguliga meining, gleði og lívsdygd. Talan er um eitt jaligt og hugnaligt kvøld við dýbd og dygd í einum hugnaligum umhvørvi.

Undirvísari: Henrik Krag
Kostnaður: 350 kr.
Melda til: tilmelding@vaksa.fo
Staður: Glasstovan, úti á heyggi 16, Velbastaður
Sí okkara heimasíðu →
Kvinnur: Dansa! Úr høvdinum og niður í kroppin
MEDITATIÓN
Meldið til meditatiónsbólk

So hava vit sett medatatiónsdagar í kalendaran til komandi árshálvu.

Hevur tú hug og áhuga at vera partur av einum bólki?
So send okkum ein fyrispurning. Fastir luttakarar hava framíhjárætt, og vit taka tó fegin í móti nýggjum luttakarum. Sum luttakari av mediatións- og menningarbólkinum fært tú djúpsálarfrøilig innlit, ítøkilig amboð og eina neyva venjing í meditatión, sum tekur støði neyvari vitan, gransking og 30-ára royndum innan júst hetta økið.

Meldið til meditatiónsbólk innan sunnudagin 14. januar. Avmarkað pláss. Ert tú nýggj/ur, so send okkum nøkur orð um teg og tínar royndir.

Dagarnir fyri komandi meditatiónsbólk eru hesir:

- Leygardagin 27. januar
- Sunnudagin 18. februar
- Leygardagin 10. mars
- Leygardagin 21. apríl
- Leygardagin 19. mai

Undirvísari: Henrik Krag
Kostnaður: 2.350 kr. fyri alla hálvuna - tilsamans 5 undirvísingardagar.
Melda til: tilmelding@vaksa.fo
Tíð: Kl. 13:00 - 17:00
Staður: Glasstovan, úti á heyggi 16, Velbastaður
Sí meira →
Parlívið - uppfylging
Parlívið - uppfylging
1. februar kl. 19:00 - 22:00

7. oktober varð skipað fyri einum temadegi fyri pør um tantra. Hetta kvøldið taka vit saman um og eftirmeta. Tiltakið er fyri tey pør, ið tóku lut á temadegnum, ella sum vístu áhuga og av praktiskum orsøkum ikki kundu vera við. Er áhugi, verður ein fastur bólkur skipaður.

Undirvísari: Henrik Krag og Birita Nolsø
Kostnaður: 350 kr.
Tíð: Kl. 19 - 22:00
Melda til: tilmelding@vaksa.fo
Staður: Glasstovan, úti á heyggi 16, Velbastaður
Sí meira →
Kvirrudagur - náttúra, nærvera & sinnið
Kvirrudagur - náttúra, nærvera & sinnið
8. apríl kl. 13:00 - 18:00

Páskini eru farin aftur um, og vit njóta hendan hálva skeiðsdagin í kvirru. Arbeitt verður sambandinum millum teg og náttúruna. Við at vera í tær sjálvum og við sær sjálvum. Inni - og úti samstundis. Skift verður millum venjingar inni - millum annað á yogamáttuni - og gongutúrar úti í náttúruni.

Vit venja nærveru, at dvølja, sleppa og hvíla sinnið , og at lata upp fyri tí stóra og vakra.

Avmarkað pláss.

Undirvísari: Birita Nolsø
Kostnaður: 550 kr.
Tíð: Kl. 13:00 - 18:00
Melda til: tilmelding@vaksa.fo
Staður: Glasstovan, úti á heyggi 16, Velbastaður
Sí meira →
RETREAT. Ársins Summar-retreat í Elduvík 2018
RETREAT. Ársins Summar-Retreat í Elduvík 2018
31. juli – 4. august

So er árliga retreatið skipað, og eftir ynski hava vit longt tað við einum heilum degi. Tað merkir at tit við hesum fáa heilar fýra intensivir dagar við venjing, hugdýping og vítt til veggja, bæði inni og úti.

Á hesum skeiðinum sameina vit meditativa venjing innan empati og sinnisvenjing við áhaldandi venjingum og náttúru í fjøllunum kring Elduvík. Byrjað verður við felags morgunmati, síðani er morgunmeditatión og frálæru. Seinnapartar nýta vit til venjing, meditativar náttúruupplivingar og frálæru. Tíð verður til hvíld, og um kvøldið skipa vit aftur fyri frálæru, upplivingum og venjingum. Tíð verður sett av til dreymatýðing.

Av tí at stórur áhugi er fyri hesum skeiði, er ’først til mølle’ galdandi. Tað merkir at endaligt pláss er tryggjað, tá depositum à 1000 kr. er goldið. Sendið tó fyrst eina skrivliga tilmelding til okkara. Freistin at gjalda depositum / melda til retreatið er 15. mars 2018. Avmarkað pláss.

Undirvísari: Henrik Krag
Kostnaður: 3.650 kr. íroknað skeið, mat og gisting.
Melda til: tilmelding@vaksa.fo
Staður: Elduvík
Sí meria →
….OG NÓGV ANNAÐ:

Á heimasíðuni bjóða vit eitt nú viðtalur, viðgerðir og skeið og annað skeiðs virksemi til arbeiðsplássið.

Vitjað okkum og les meira í valmyndunum. Onnur tiltøk kunnu koma, og vit senda kunning út so hvørt.

Meldað til okkara tíðindabræv her, so senda vit tær kunning um tiltøk og annað viðkomandi.

Minnist til at vátta tína tilmelding á tínum maili eftir tilmelding.

Vaksa
Úti á Heyggi 16 - FO-176 Velbastaður - info@vaksa.fo
www.vaksa.fo
- www.facebook.com/vaksa.fo

Tínar stillingar ..

Frámelda tíðindabræv    |    Sí hendan teldupost í tínum kagara