KVINNU-RETREAT Í NÓLSOY 

Kvinnuleiki & lívsorka

Nøkur pláss eru enn til hetta mini-retreatið við náttúru, njóting og nærveru úti í Nólsoy 10.- 12. mai

Hevur tú hug til heilsugóða kvinnumenning og til eitt heilt vikuskifti við hvíld, hugdýping, lívsorku og nøring?  

Í góðum kvinnufelagsskapi og í kønum hondum fært tú eitt heilt vikuskifti  til at nøra og hvíla kroppin, sinnið og sálina.  Á hesum hugnaliga oyggja-retreatinum sameina vit rørslu í náttúruni, nærveruyoga, empati- og meditativan kvinnuleika í vøkru náttúruni úti í Nólsoy. 

Nøkur pláss eru og tilmelding er opin fyri kvinnum, ið hava hug arbeiða við kvinnumenning og kvinnuleika og samstundis royna ein bleytan retreat-form í einum tryggum umhvørvi.

Tú ert í tryggum og kønum hondum saman við Birita Nolsø, sum hevur fingist við frálæru og miðlan í meira enn 20 ár. Birita hevur hesi seinastu 12 árini nomið sær royndan serkunnleika innan mindfulness, meditatión, orku-rørslu og venjing. Hon hevur skipað fyri hópin av verkstovum, leitt bólkar og skeið við m.ø kvinnum. Hon brennir fyri kvinnumenning og fyri at deila vitan og lívsroyndir. Frálæran hevur eisini eitt bakstøði í fleiri enn 35-ára longum frálæruroyndum í meditatión, mindfulness og djúpsálarfrøði frá samstarvsfelaga og maka Henriki Krag.

Staður: Nólsoy

Tilmelding: info@vaksa.fo
Undirvísari: Birita Nolsø. Les meira um Biritu her

Gjald: 3.000 kr. íroknað fult skeið, frálæru, máltíðir og gisting í húsum í bygdini. Ynskir tú einakamar er eitt meirgjald uppá 600 kr. Uttan gisting er kostar retreatið 2.300kr. - bert viðkomandi, um tú hevur bústað í Nólsoy. 

Les meira um Kvinnuleika & Lívsorku her

 

 

facebook 
Unsubscribe   |   Manage your subscription   |   View online
Vaksa
info@vaksa.fo - www.vaksa.fo
© Vaksa 2020. Øll rættindi tilskilað.