KVINNU-RETREAT Í NÓLSOY:

Kvinnuleiki & Lívsorka

Vælkomin til eitt mini-retreat við náttúru, njóting og nærveru úti í Nólsoy 10.- 12. mai

Hevur tú hug til heilsugóða kvinnumenning og til eitt heilt vikuskifti við hvíld, hugdýping, lívsorku og nøring? So er hetta kvinnu-retreatið møguliga til tín.

Í góðum kvinnufelagsskapi og í kønum hondum fært tú eitt heilt vikuskifti  til at nøra og hvíla kroppin, sinnið og sálina.  Á hesum hugnaliga oyggja-retreatinum sameina vit rørslu í náttúruni, nærveruyoga, empati- og meditativan kvinnuleika í vøkru náttúruni úti í Nólsoy. 

Tilmelding er opin fyri vaksnum kvinnum, ið hava hug arbeiða við kvinnumenning og kvinnuleika og samstundis royna ein bleytan og lættan retreat-form í einum tryggum umhvørvi.

Tú ert í tryggum og kønum hondum saman við Birita Nolsø, sum hevur fingist við frálæru og miðlan í meira enn 20 ár. Birita hevur hesi seinastu 12 árini nomið sær royndan serkunnleika innan mindfulness, meditatión, orku-rørslu og venjing. Hon hevur skipað fyri hópin av verkstovum, leitt bólkar og skeið við m.ø kvinnum. Hon brennir fyri kvinnumenning og fyri at deila vitan og lívsroyndir. Frálæran hevur eisini eitt bakstøði í fleiri enn 35-ára longum frálæruroyndum í meditatión, mindfulness og djúpsálarfrøði frá samstarvsfelaga og maka Henriki Krag.

Kvinnu-retreatið er fyri allar vaknsar kvinnur og undervíst verður á føroyskum.

Staður: Nólsoy

Tilmelding: info@vaksa.fo
Undirvísari: Birita Nolsø. Les meira um Biritu her

Gjald: 3.000 kr. íroknað fult skeið, frálæru, máltíðir og gisting í húsum í bygdini. Ynskir tú einakamar er eitt meirgjald uppá 600 kr. Uttan gisting er kostar retreatið 2.300kr. - bert viðkomandi, um tú hevur bústað í Nólsoy. GG: Avmarkað pláss - mælt verður til at melda til í góðari tíð og soleiðis tryggja plássið.

Les meira um Kvinnuleika & Lívsorku her

 

 

facebook 
Unsubscribe   |   Manage your subscription   |   View online
Vaksa
info@vaksa.fo - www.vaksa.fo
© Vaksa 2020. Øll rættindi tilskilað.