Tveir meditatiónsdagar í Elduvík

20. og 21. mai bjóða vit tykkum við til tveir ymsar meditatiónsdagar í Elduvík. 
Talan er um tveir intensivar skeiðsdagar í meditatión og persónligari menning. 
 
Hin fyrri dagurin er ein venjingardagur við Henrik Krag og hin seinni ein venjingardagur við heitinum KvinnuLÍV við Biritu Nolsø. Hesin seinni dagurin er fyri kvinnur, ið fáast við kvinnumenning og sum ynskja at læra meira kvinnuligu orkuna og um meditatión. 

KvinnuLÍV er opið fyri kvinnum, ið hava hug, dirvi og forvitni at fara í dýpi við kvinnuligu møguleikunum fyri menning og at arbeiða meiri miðvíst við meditatión í einum tryggum og jaligum felagsskapi saman við øðrum kvinnum. Tað er møguligt at fáa persónliga afturmelding í mun til meditativa venjing og javnvág.

Báðir meditatiónsdagar eru fyri tykkum, ið á ymsan hátt fáast við meditatión, mindfulness og persónliga menning og sum hava hug til at hugdýpa og njóta ein heilan dag saman við øðrum, ið brenna fyri tí sama. Frálæran fer fram í Pers húsi og náttúran kring Elduvík verður eisini nýtt til venjing og hugdýping. 

Tíð: 20. mai (meditatiónsdagur) og 21. mai (meditatiónsdagur v/ kvinnum). kl. 10:00 - 17:00

Kostnaður pr dag: 875,- kr. íroknað máltíð, ábit, frálæru og skeiðshøli. 

Tilmelding á info@vaksa.fo innan 16. apríl

Kort dansk oversættelse: Vi laver to intensive meditative træningsdage på Færøerne i bygden Elduvik den 20. og 21. maj.  

Den første dag bliver med Henrik Krag som underviser og den anden, som er for kvinder, med Birita Nolsø. 

facebook 
Unsubscribe   |   Manage your subscription   |   View online
Vaksa
info@vaksa.fo - www.vaksa.fo
© Vaksa 2020. Øll rættindi tilskilað.