FEBRUAR Í FØROYUM: Tveir ymsir dagar í Elduvík - ein til parið og ein til kvinnuna.

18. februar

Dagsskeið fyri pør - kærleiki, kvirra og kontakt. 

Talan er um eitt rættiliga skeiðsdag við frálæru, venjing og ah-ha innlitum og jaligari samveru saman við tínum maka.

Hesin dagurin er í kærleikans anda og er fyri pør, ið hava hug og møguleikan at njóta og deila kærleikans kvirru og at gera nakað munagott fyri parlagið. 

Dagurin er róligur, hjartaligur og hugnaligur. Samstundis læra tit nakað nýtt saman, ið kann styrkja og betra um parlagið og tað týdningarmest: Kærleikan.

Millum annað tekur frálæran støði í bókini 5 HJERTEFØLELSER og saman fáa tit møguleikan at gera smáar venjingar saman við tykkara maka.

Meira kunning og tilmelding sí her 

 

19. februar: KvindeLÍV í Elduvík !

Hesin kvinnudagurin byrjar kl. 13:00 í Pers húsi í Elduvík og vit fara at njóta dagin í besta YIN stíli.
Vit vekja orkuna, sleppa spenningum, mýkja kroppin við ymsum munagóða orkuvenjingum og opna okkara sansir og sinn.
Er veðrið til vildar fara vit oman í gjónna at dansa og gera máttmiklar orkuvenjingar, ið kveikja okkara innara náttúrumátt.

Inni í Pers húsið fara vit at sita í kvirru saman og njóta friðin og tíðina til hugdýping. Allar kvinnur eru vælkomnar og frálæran er á føroyskum. 

Dagurin er fyri kvinnuna. Les meira um dagin her.

Tilmelding á info@vaksa.fo  

 

Kvinnubólkur Føroyar 

Føroyski kvinnubólkurin avtalar dagar aftaná kvinnudagin í Elduvík.

Nýggjar kvinnur eru vælkomnar. Royndir í mindfulness, yoga og/ella meditatión ein fyrimunur. Bólkurin hittist vanliga heima hjá Jóhonnu Andreasen kl. 19-22 og arbeiðir við meditatión og kvinnumenning burtuav.

Bólkurin bjóðar tær eitt øðrvísi slag av kvinnuligum felagsskapi, ið fæst við kvinnumenning, orku og javnvág. Birita kann geva tær persónliga afturmelding og innlit í orkujavnvág.

Melda til á info@vaksa.fo 

 

facebook 
Unsubscribe   |   Manage your subscription   |   View online
Vaksa
info@vaksa.fo - www.vaksa.fo
© Vaksa 2020. Øll rættindi tilskilað.