|
Mini Retreat og meditatiónsbólkur í Føroyum |
| |
|
Saknar tú at raðfesta menning og meditatión?
Hevur tú hug at vera partur av einum tryggum og góðum felagsskapi, sum fært við meditatión?
Saknar tú hjartarúm og reglusemi til at fáast við mindfulness - meditatión og menning og at vera saman við øðrum, ið ynskja tað sama?
So er hesin bólkurin kanska nakað fyri teg.
Bólkurin komittar seg til at savnast regluliga til meditatión í eitt ár.
Henrik og Birita koma regluliga til Føroyar at undirvísa.
Talan er um tvey vikuskiftisskeið og einstakar heilar dagar.
Hetta kann tillagast eftir tørvi, til dømis um áhugi er fyri einum longri retreati. Afturat hesum hittist bólkurin regluliga til felags meditatión eftir avtalu.
Umframt at undirvísa í ymsum viðkomandi evnum, fært tú møguleikan at fáa persónliga afturmelding um tína meditatións-praksis og, um tað er viðkomandi, fært tú eisini venjingar, ið hava til endamáls at skapa størri javnvág, soleiðis at tú kanst fáa mest møguligt burtur úr.
16.-18. september hava vit eitt mini-retreat í Elduvík og tað er eitt upplagt startskot til meditatiónsbólkin. Sjálvandi ert tú eisini vælkomin við á skeiðið uttan at vera partur av komandi bólkinum :)
Tað ber eisini til at melda seg til meditatiónsbólkin uttan at luttaka á mini retreatinum í Elduvík.
Tilmelding til Mini-retreat og til meditatiónsbólkin er á info@vaksa.fo
|
| |
|
Hevur tú hug at vera partur av einum kvinnuligum felagsskapi, saman við øðrum kvinnum og fáast við kvinnumenning og meditatión?
Kom við til kvinnubólkin 20. september kl. 19:00 heima hjá Jóhonnu Andreasen í Havn.
Vit fara at meditera, tosa og vera saman og arbeiða við kvinnuevnum.
Vit brúka kroppin, sinnið, sansirnar og hjarta.
Vit arbeiða við mannligu og kvinnuligu orkuni, ið vit allar hava í okkum.
Vit deila tað, ið gevur lívsgleði, meining og hátíð á ymsan hátt.
Og vit rúma øllum, eisini tí, ið kennist sárt og trupult.
Tað ber eisini til at fáa persónliga afturmelding um mindfulness / meditatión og menning, um tú hevur hug/tørv á tí.
Birita leiðir kvinnubólkin, tá hon vitjar í Føroyum og ætlanin er at hittast fast áleið 3 ferðir árliga. Av og á verður farið út um Havnina.
Tað er upplagt at kvinnubólkurin eisini hittist í millum føstu dagarnar.
|
| |
|