|
Í 10 ár havi eg arbeitt við orkuviðgerðum.

Kom í bleytum klæðum.
Viðgerðin er sera rólig fyri kroppin og skapar størri javnvág í orkuskipanini, økta ró í nervalagnum og kann geva tær eina serstaka djúphvíld.
Arbeiðir tú við meditatión, kann viðgerðin vera við til veita størri jarðfesti, dýping og javnvág.
Talan er um eina sera lætthenta, tó munadygga og djúpa viðgerð. Vanliga tekur viðgerðin áleið ein tíma.
Er viðtala tvinnað saman við viðgerðina, kann hon vara eitt sindur longri.
Tú liggur í klæðum á briksini og vanliga er stillur tónleikur.
Tá viðgerðin er liðug, liggur tú og hvílur eina løtu.
Síðani komi eg inn aftur, og tú kanst fáa eina afturmelding.
|