Hvussu kann eitt dagsins retreat vera?

Hvussu skipar tú eitt munagott retreat?

Hvørjir eru teir fimm tættirnir og tey trý retreat-stigini?

Hvussu kann eitt retreat gera mun í gerandisdegnum?

Og hvussu við fordómum og mótstøðu?

Í kvøld kanst tú lesa um retreat í Dimmu:

 

Brot úr greinini: RETREAT:

" Lívsins symfoni

Av og á henda stórar lívsbroytingar á retreatum, aðrar tíðir kemur tú heim og sær tað, ið er við heilt øðrum eygum. Aloftast tekur tú eitt fet og fært møguleikan at venja eitt nýtt lívsins gongulag. Tú stillar tína innaru kompass eitt vet. Tað eru altíð innlit, nemandi løtur, sannar kenslur og hátíð á teimum retreatum, ið eg eri von við.

Tað er ein gandakend uppgáva at leiða, stýra og lenda eitt retreat burðardygt. At kenna dynamikkin, síggja og merkja orkuna og huglagið í einum bólki er sum at leiða eitt stórt symfoniorkestur: Øll spæla ymisk ljóðføri, og tilsamans kann tað blíva eitt ómetaliga vakurt sameint og felagsljómandi verk. Øll á retreatinum hava eins stóran týdning, eingin er meira ella minni týdningarmikil, heldur ikki undirvísarin."

Vaksa
info@vaksa.fo - www.vaksa.fo
© Vaksa 2020. Øll rættindi tilskilað.
Frámelda tíðindabræv   |   Tínar stillingar   |   Sí hendan teldupost í tínum kagara