ANNO 2022 í øðrvísi hami

 

Fleiri tykkara kenna tað: Árliga tiltakið ANNO, sum snýr seg um at síggja, skilja og heysta innlit og orku úr farna árinum og at arbeiða við núinum og inn í nýggja ári. 

Í ár kemur ANNO 2022 út í einum øðrum meira almennum formi, nevniliga í Dimmu.

Fyrri partur av tveimum kemur út longu hetta vikuskiftið 17-19. desember.

Her er eitt brot úr blaðnum:

" Hetta serstaka skeiðið fært tú fyri - ja nærum einki og tað er fyri øll: Familjur, pør, støk og vaksin børn. Tú ert nú vorðin luttakari á einum G.T.S (Ger-Tað-Sjálv/ur) skeiði í tveimum pørtum. Klipp hesa greinina út beinanvegin og hang hana upp á tína to-do talvu, um tú ikki beinanvegin meldar til.

 

Á hesum skeiðnum fara vit at eftirmeta 2021, líta inn í 2022 og arbeiða við nærveru í núinum. 

 

Tað er við støði í egnum arbeiðs- og undirvísingar-royndum og í 30-ára longu undirvísingarroyndunum hjá Henriki Krag rithøvunda og undirvísara í meditatión, djúpsálarfrøði og sjálvsmenning, at eg gevi tær amboð til at sjálv/ur taka ábyrgd fyri, at 2022 gevur mest møguliga meining, gleði og lívsdygd.

Einasta treyt fyri luttøku er, at tú ert opin og forvitin...."

 

Seinni partur av ANNO kemur út 30. desember og fyri at fáa eitt fullan ágóða, mást tú hava báðar partarnar.

 

ANNO 2022 verður í ár skipað í einføldum og greiðum stigum, so øll lætt kunnu nýta og skipa hetta, eftir okkara tykki, avgerandi arbeiði. Her eru stigini í fyrra parti: Stig-ANNO. 1.partur

 

Tit sum eru von við hetta kunnu nýta ANNO 2022 til íblástur.  Tit, ið royna hetta á fyrsta sinni eru vælkomin at skriva til Vaksa, hava tit eitthvørt ivamál.

Bestu eydnu :-)

 

Við hesum takka vit inniliga fyri hvørja einastu hátíðarløtu saman við tykkum í Føroyum, vit gleða okkum til at koma til Føroyar í februar og aftur at koma til Elduvíkar at hava meditatiónsskeið.

Skeiðið verður vikuskiftið 18.-20. februar 2022.

 

Vilt tú við, so send okkum ein post, og tú kemur á listan.

 

Meira kunning um skeiðið kemur seinni.

 

Við ynskjum um eini gleðilig jól og eitt framúr 2022 í viðstreymi.

 

Kærar heilsur,

 

Birita og Henrik 

Meditatiónsskeið í Elduvík við Henrik Krag

Fríggjakvøldið 18. februar kl. 19:30 byrjar okkara komandi meditatiónsskeið í vøkru Elduvíkar bygd og í hugnaliga Pershúsi.

Henrik leiðir skeiðið, og Birita er gestaundirvísi í mun til kropp, náttúruorku og ávísa meditatión. 

Skeiðið endar sunnudagin kl. 16:00. Nærri kunning kemur seinni.

Melda til á info@vaksa.fo og tú kemur á luttakaralistan.

G.G.: Er koronastøðan ótrygg, verður skeiðið útsett til seinni í 2022. 

 

Orku í jólagávu?

Birita gevur OrkuViðgerðir í Føroyum.

Ein viðgerð kostar millum 500-650 kr.

Tú ert vælkomin at keypa gávubræv á info@vaksa.fo

Vaksa
info@vaksa.fo - www.vaksa.fo
© Vaksa 2020. Øll rættindi tilskilað.
Frámelda tíðindabræv   |   Tínar stillingar   |   Sí hendan teldupost í tínum kagara