Jólini 2018 & ANNO 2019

Árið 2018 var enn eitt ár við nýggjum og spennandi virksemi. Og vit hava fleiri góð tíðindi at bera tykkum hesaferð. Vit vilja fegin takka tykkum øllum hjartaliga fyri hvørja ríkandi løtu saman. Vit ynskja tykkum øllum eini nærverandi jól og eitt friðsælt 2019 við lívi, hjarta, gleði, meining og áliti.
Ein hjartalig gáva til øll
Ein hjartalig gáva til øll
Allan desember mánað selja vit okkara nýggju bók 5 HJERTEFØLELSER fyri einans 100 kr. Bókin er sera løtt at lesa, hevur einar 50 venjingar og er ein hjartalig gáva til øll, sum ynskja at arbeiða og virka fyri meira kærleika, eftirlíkan, áliti, viðkenslu og takksemi. Send eina bílegging til tilmelding@vaksa.fo.
Sí meira →
Opið tiltak: Jólakvirra 14. desember kl. 16 - 17:30
Opið tiltak: Jólakvirra 14. desember kl. 16 - 17:30
Kom til hvíld og kvirru. Ein serlig og hugnalig løta í glasstovuni við hjarta, dýpan og hugsavnan.

Stovan verður hugnalig, og vit nýta løtuna til at koma úr jólarokinum - úr høvdinum, í kroppin og inn til kvirru. Kostanður 150 kr. Trýst her og tryggja pláss. Undirvísari er Birita.
Sí meira →
NÝTT & GAMALT: MEDITATIÓNSBÓLKUR
NÝTT: Heart WAKE
Fýra munadygg amboð til tín

Vit eru serstakliga fegin um at skriva júst hesi tíðindi!

Heart WAKE er eitt einfalt og tó sera úrslitagott amboð innan sjálvmenning. Talan er um fýra ymsar ljóðfílur, ið allar á ymsan hátt geva tær møguleikan at betra tína lívsdygd. Hugskotið til hetta amboðið birtist sum ein kreativ samrøða um at skapa nýggjar hættir við støði í 30-ára longum royndum og frálæru innan djúpsálarfrøði, meditatión og menning. Tað eru innlit úr hesum økinum, sum vit hava ment til eitt lætt og tíðarhóskandi amboð. Heart WAKE virkar og daglig nýtsla av hesum amboðum kunnu veruliga økja um evnini fyri tilvitsku, eginleikum í hjartanum og tilviti. Heart WAKE er á donskum. Tær fýra ljóðfílurnar eru:

Heart WAKE - Gevur tær møguleikan at vakna við hjartanum og frá hjartanum. Vekjarin, sum lætt kann nýtast fleiri ferðir dagliga, økir um evni fyri empati og takksemi - til stórt gagn fyri teg og øll hini, sum tú hittir ella ert saman við í gerandisdegnum. Tak Heart WAKE niður her.

Morning WAKE - Hjálpir tær at vakna á best hugsandi hátt, og gevur tær orku og yvirskot til dagin. Hesin vekjarin byggir á sannar jaligar lívsroyndir og vísur tær vinarliga til eitt lív við meira yvirskoti, gleði og frælsi.  Keyp og tak Morning WAKE niður her.

Energy WAKE – Av og á hava vit tørv á eini pausu. Einum lítlum steðgi at hvíla kroppin og sinnið – fyri at fáa meira orku til dagin. Energy WAKE kann nýtast hvørja ferð tær tørvar ein lítlan steðg. Tað einasta tær tørvar, er eitt stað at sita ella liggja uttan órógv í 10 min.  Skapa góðar vanar og legg slíkan steðg inn í gerandisdagin. Tú fært orku og munandi betri avrik. Keyp og tak Energy WAKE niður her.

Dream WAKE – Arbeiðir tú við dreymum og dreymatýðing, so er hetta amboðið til tín. Dream WAKE stuðlar eisini undir sonevndar vitnis-dreymar.  Hetta eru dreymar, har tú veit av at tú droymir og tískil kann fáa møguleikan at ávirka dreymin jaliga. Keyp og tak Dream WAKE niður her.

Sí meira →
ANNO 2019
ANNO 2019 6. januar kl. 13 - 17
Vælumtókta tiltakið ANNO 2019 verður fyrst í nýggja árinum. Á hesum evnisdegi eftirmeta vit tað farna, líta fram og arbeiða við nærveru í nú’inum.

Við sálarfrøðiligum og filosofiskum innliti fáa vit amboð til sjálvi at taka ábyrgd fyri, at 2019 gevur mest møguliga meining, gleði og lívsdygd. Henrik og Birita leiða dagin. Kostanður 500 kr. Trýst her og tryggja tær eitt pláss.

Vit senda fleiri tíðindi um 2019 fyrst í nýggja árinum.

Sí meira →

Vaksa
Úti á Heyggi 16 - FO-176 Velbastaður - info@vaksa.fo
www.vaksa.fo
- www.facebook.com/vaksa.fo

Tínar stillingar ..

Frámelda tíðindabræv    |    Sí hendan teldupost í tínum kagara