Hey ,
So byrjar enn ein árshálva, og umframt árliga summarretreatið í Elduvík hetta vikuskiftið 3.-7. august, hava vit tvey onnur tiltøk á skránni í august mánað:
10. august: Til allar kvinnur - DANSA - úr hvødinum og niður í kroppin
Hetta hóskvøldið hittast vit kl. 20-21:30 í Kimi, yviri við strond 21, og finna aftur til okkara upprunaligu lívsorku. Tað er gleði, tilvit, lív og orka uttan tankameldur.
Tað snýr seg um koma heim aftur til sín sjálvs: at merkja kroppin, lívsorkuna, gleðina, neistan, hjartað, kreativitetin og møguleikarnar.
Við vegleiðing og feitum rútmum dansa vit okkum úr høvdinum og niður í kroppin. Endað verður við stuttari hvíld.
Kvinna og hugin til dans er einasta treyt.
Tilmelding neyðug: tilmelding@vaksa.fo Undirvísari: Birita Nolsø Kostnaður: 150 kr.
12. august: Meditatiónsdagur í Elduvík
Leygardagin 12. august kl. 10 - 17 verður skipað fyri einum meditatiónsdegi við Henrik Krag í Elduvík.
Dagurin er opin fyri luttøku, og um tit ikki hava verið á skeiðum við Henrik áður, ber til at senda ein fyrispurning.
Vit halda til í hugnaligum umhvørvi og frálæran fer fram í Pershúsi.
Tilmelding neyðug: tilmelding@vaksa.fo Kostnaður 700 kr. íroknað bollar, frokost og kaffi. Kontaktpersónar: Randi í Dali, tel. 227366 Dánjal Pauli Haraldsen, tel. 281593
Meditatiónsbólkar byrjar aftur
Okkara meditatiónsbólkar byrja aftur í næstum, og hevur tú hug at verða við, ert tú vælkomin at senda okkum eitt prei.
Vit vænta at halda áfram við 'gamla' og 'nýggja' bólki.
Nærri kunning um hetta og annað virksemi kemur seinni.
Kærar heilsur,
Birita og Henrik |