| Meditatiónsbólkur 2 |
Góðu tit øll í nýggja meditatiónsbólki,
So byrja vit aftur og hesaferð í nýggjum hami. Vit hava nú latið upp eina nýggja heimasíðu, og hetta er okkara fyrsta tíðindabræv.
Okkara komandi mediatiónskvøld eru nú flutt til mikukvøld kl. 19 - 22. Dagarnar fyri kvøldini síggja tit í kalendaranum her. Gott um tit kunnu seta kvøldini í tykkara kalendara.
Vit vóna at tit halda á fram saman við okkum og gleðast um nýggjar luttakarar.
Á Vaksa.fo hava vit nú eitt tíðindabræv, sum avloysir gamla mailinglistan. Higani fara vit framyvir at senda kunning um komandi tiltøk og onnur viðkomandi tíðindi.
Annars bjóða vit tykkum hjartaliga vælkomin innar at kaga. Heimasíðan er nærum liðug og vit taka við gleði í móti tykkara hugskotum, ráðum og eygleiðingum.
Tíðarskeið: Januar til mai. Kostnaður fyri alt skeiðið, sum er 5 x 3 tímar, er kr. 1.850. Flytast kann á konto: 9181 3685227. Vinarliga frámerk navn og Medi 2.
Vit gleða okkum at síggja tykkum mikukvøldið 11. januar kl. 19
Kærar heilsur Henrik & Birita |
|