mei, 2021
27mei(mei 27)19:0030(mei 30)14:00NÝTT! Parskeið í Danmark





Útgreining
Vælkomin á parskeið í Danmark. Vit bjóða tykkum tríggjar kveikjandi dagar við dygarvenjing, frálæru og hugdýping. Fáið orku, vitan og innlit. Finnið aftur til friðin, gleðina og kærleikan saman í vøkrum,
Útgreining
Vælkomin á parskeið í Danmark. Vit bjóða tykkum tríggjar kveikjandi dagar við dygarvenjing, frálæru og hugdýping. Fáið orku, vitan og innlit. Finnið aftur til friðin, gleðina og kærleikan saman í vøkrum, kendum og korona-tryggum kørmum.
Fleiri ferðir hava vit fingið uppskot og áheitan um at skipa eitt skeið í Danmark. Tað gera vit nú 🙂
Tríggir intensivir dagar við venjing, hugdýping og vítt til veggja, bæði inni og úti.
Í døgunum 27.-30. mai hevur tú møguleikan at koma við til Østerløkke í Jyllandi á eitt serstakt parskeið.
Staðsetingin er ein vakur fýralongdur stondgarður beint við vesturstrondina í Jyllandi.
Garðurin er væl innrættaður við dupultkømrum og er útgjørdur til skeið og frálæru. Maturin er leskiligur og heilsugóður.
Skeiðið er halgað kærleikslívinum og tit fáa íblástur, upplivingar, innlit og amboð, sum betra tykkara parlag. Og tit fáa góðskutíð saman, eisini til at ganga túrar saman á tí vøkru strondini.
Praktisk kunning
Staður: Øster Løkke, Løkkevej 4, Trans, 7620 Lemvig Danmark
Tilmelding: Fer fram við at skriva til info@vaksa.fo
Undirvísari: Henrik Krag og Birita Nolsø
Kostnaður
5.825 kr. íroknað fult uppihald, kost og frálæru allar dagarnar. Depositum á 2000 kr. verður goldið innan 31. desember. Restgjald verður flutt innan 1. mars 2021. Flutningur og gisting innan og aftaná skeiðið kemur afturat.
Flutningur
Flogsamband er við Atlantic til og frá Billund 27. og 31. mai. Eisini eru fleiri dagligar fráferðir til/úr Keypmannahavn. Pørini skipa sjálvi flogferð og gisting innan og aftaná skeiðið 30. mai. Um fleiri koma við somu flogrutu, ber til at samskipa felags flutning.
Frámelding og gjaldsavtala
Verður frámeldað innan 1. mars, verður 1/2 av depositum afturrindað. Verður frámeldað eftir 1. mars og fram til 20. apríl, verður helvtin afturrindað. Aftaná 20. apríl verður einki afturrindað.
Nær
27 (Hósdag) 19:00 - 30 (Sunnudag) 14:00
Hvar
Østerløkke, Trans
Løkkevej 40, Trans