60+ skeið og vælverudagar við Gjógv

Forside/60+ skeið og vælverudagar við Gjógv

mei, 2021

03mei(mei 3)14:00mi05(mei 5)14:0060+ skeið og vælverudagar við Gjógv

Útgreining

Unna tær tað góða:

Heilsa, hugni, samvera, náttúra & menning í einum !

 

Unna tær sjálvum eina uppiborna mini-feriu, lær nakað nýtt, et heilsugóðan mat og njót góða samveru saman við øðrum góðum fólki á Gjáargarði.

Á hesum skeiði og vælverudøgum kanst tú njóta lívið, vøkru náttúruna og læra nakað nýtt.

Fyrsta dagin er lending: Innskriving er kl. 14.00 og aftaná ein góðan kaffimunn er søguligur gongutúrur í bygdini við staðkendum ferðaleiðara. Síðani er egin tíð og kl. 18.00 er lættur døgurði. kl. 19 – 21.30 er innleiðsla og kvirra í Gjáar kirkju. Leygarmorgun, aftaná ein heilsugóðan morgunmat, er mjúk úrspenning. Tit vakna væl til góðar dansitónar. Síðani er frálæra við støði í nýggja bóklinginum “FLUFFY – ein neyvur leiðbeinari til mindfulness og sinnisvenjing” hjá Biritu Nolsø, rithøvunda og undirvísara.

Tú lærir og venur kropstilvit, andadráttar- og sinnisvenjingar, ið geva tær orku, javnvág, miðsavnan, kensluligan treystleika og nærveru í gerandisdegnum. Gongutúrar við venjingum í vakra umhvørvinum við Gjógv er partur av skeiðnum.

Tíð er sett av til hvíld og egintíð. Kvøldið endar við hugnaligum felags sangi og góðanátt venjing.

Sunnudagin er aftur morgunvenjing og frálæran endar

kl. 12.00. Tit njóta síðani ein felags miðmála saman. Skeið og vælverudagar enda kl. 14.00.

Tað er Greengate, sum í samstarvi við Gjáargarð og Vaksa, samskipar skeiðið og vælverudagarnar.

Kostnaður: 3.598 kr. íroknað skeið, tilfar, gisting í dupultkamari og heilsugóða matarveiting. Allar máltíðir, eisini ábit til steðgir fyrra- og seinnapartar og drekkamunnar um kvøldi, eru íroknaðar. Gisting í einakamari kostar 3.998 kr.

Tilmelding: info@greengate.fo

Tak faldaran niður: Vælverudagar og skeið við Gjógv 60+

SKRÁIN

Mándagin 3. mai

kl. 14.00 Innskriving og kaffi

kl. 15.00 Søguligur gongutúrur í bygdini

kl. 17.00 Egintíð

Kl. 18.00 Løtt máltíð

kl. 19 – 21.30 Innleiðsla og kvirra í kirkjuni

Týsdagin 4. mai

kl. 8.00-9:15 Morgunmatur

kl. 9.30 Morgunvenjing:

Úrspenning og rørsluvenjing.

kl. 10.00 Steðgur

Kl. 10.30 – 12:30 Frálæra við venjingum

Kl.12.30 – 13.30 Miðmáli

kl. 13.30 – 14.30 Hvíld

Kl. 14.30 – 17.00 Náttúra og venjingar úti

Kl. 17.00 – 18.30 Egintíð

Kl. 18.30 Døgurði

Kl. 20.30 Kvøldartiltak:

Felags sangur og góðanátt venjing

Mikudagin 5. mai

kl. 8.00-9.15 Morgunmatur

kl. 9.30 Morgunvenjing

kl. 10.00 Frálæra við venjingum

kl. 12.00 Miðmáli

kl. 14.00 Skeið og vælverudagar enda

 

UM UNDIRVÍSARAN

Birita Nolsø eigur og rekur Vaksa.fo, sum bjóðar skeið, vegleiðing, tiltøk og amboð til frama fyri menning, mindfulness og meditatión. Birita hevur arbeitt nógv við burðardygd, eisini í ferðavinnuni. Hon hevur meira enn 20 ára langar royndir í frálæru og hevur seinastu 10 árini burturav fingist við sinnisvenjing, kropsvenjing, mindfulness og meditatión.

Birita hevur drúgvar royndir í HR, toymis-, verkætlanar- og prosessleiðslu og hevur m.a. skipað, leitt og ment eina ørgrynnu av skeiðum, verkætlanum, tiltøkum og evnis- og starvsfólkadøgum, eitt nú í landsfyrisitingini.

Í desember 2020 kom bóklingurin Fluffy – ein neyvur leiðbeinari til mindfulness og sinnisvenjing út. Bóklingurin er partur av frálærutilfarinum á skeiðnum. Birita hevur eisini, saman við manni sínum Henrik Krag, eitt nú ment heilsufremjandi ljóðamboð og ritstjórnað bókina 5 HJERTEFØLELSER, sum kom út í 2018.

Nær

3 (Mánadag) 14:00 - 5 (Mikudag) 14:00

Hvar

Gjáargarður

X