Kvinnubólkur FO

Forside/Kvinnubólkur FO

august, 2022

16aug19:0022:00Kvinnubólkur FO

Útgreining

– Hevur tú hug at vera við til at skipa ein slíkan bólk, ella koma við í ein kvinnubólk,  send ein post til info@vaksa.fo 

 

HESIN BÓLKURIN ER IKKI OPIN.

HVAT?

Ein KvinnuBólkur við kvinnum, ið hava hug at arbeiða við kvinnumenning í mun til meditatión, kropp, orku, kenslur og hjartalív, kreativitet og frælsi.

Málið er at styrkja okkara natúrligu viðføddu eginleikar, koma heim til okkum sjálvar og liva eitt heilt kvinnulív. Arbeitt verður við meditatión og at skapa størri javnvág í alla sjakraskipanina – bæði í mun til kroppin, kvinnuligu og mannligu orkuna, kenslulívið, eginleikarnar í hjartanum og kreativitetin.

Talan er um eitt trygt kvinnurúm og bólkurin hittist á fyrsta sinni hósdagin 17. februar kl. 19-22 í Auluni á Finsen.

Tú gert síðani endaliga av, um tú verður partur av kvinnubólkinum framyvir. Ert tú við, verður ein online versktova við Biritu í apríl mánað, og bólkurin hittist og er saman á hesi felags verkstovuni undir leiðslu av Jóhannu Andreasen. Seinast í juni vitjar Birita aftur í Føroyum og tá verður aftur skipað fyri felags Kvinnubólki.

Bólkurin savnast síðani aftur eftir summarfrítíðina og 20. september, tá Birita væntandi kemur til Føroyar aftur.

 

HVÍ?

Birita Nolsø hevur í 10 ár arbeitt sera intensivt við menning og meditatión.

Hon er í gerandisdegnum knýtt at Vækstcenteret í Danmark og er javnan í meditatiónsvenjing hjá m.ø. Jes Bertelsen leiðara og lærara.

Í fjør gav Birita sína fyrstu bókaútgávu, bóklingin FLUFFY, út á føroyskum. Birita samstarvar við makan Henrik Krag, undirvísara og rithøvunda. Í felag skipa tey eitt nú meditatións-retreat og skeið bæði í Føroyum og í Danmark.

Nú hevur Birita hug at deila sínar drúgvu royndir við aðrar føroyskar kvinnur. Hon skipar javnan fyri kvinnutiltøkum, kvirrudøgum o.ø. í Føroyum.

G.G: Hesin fyrsti KvinnuBólkurin er tó ikki opin.

HVUSSU? 

Vit fara at røra okkum á gólvinum, venja/ liggja á máttuni og sita á góðum stólum.

Tak eina yogamáttu við, eitt teppi og evt eina pútu ella annað at sita á. Heitar hosur eru góðar at hava við og lat teg í bleyt klæðir, so tú kanst røra teg frítt.

Tú fært te, vatn, kaffi og okkurt afturvið. Vit hava ein stuttan steðg og enda kl 22:00.

Kostnaður 400 kr. fyri fyrsta KvinnuBólk

Er áhugi ber til at skipa aðrar KvinnuBólkar. Skriva til info@vaksa.fo

 

Kvinnubólkur dato

Hósdagin 17. februar

Hósdagin 21. apríl (online)

Týsdagin 28. juni

Týsdagin 16. august (online)

Týsdagin 20. sept.

Tíð: kl. 19-22.

Nov el. des verður

ásett seinni.

Samband

Birita Nolsø

info@vaksa.fo

www.vaksa.fo

Jóhanna Andreasen johanna@monday.fo

Nær

(Týsdag) 19:00 - 22:00

X