RÁÐ TIL TYKKARA, IÐ ERU AVBYRGD ELLA INNLØGD:

Forside/Blog/RÁÐ TIL TYKKARA, IÐ ERU AVBYRGD ELLA INNLØGD:
RÁÐ TIL TYKKARA, IÐ ERU AVBYRGD ELLA INNLØGD

TIL ØLL, IÐ ERU AVBYRGD ELLA INNLØGD

Heiminum tørvar meira enn nakrantíð okkara treytaleysu empati, samanhangsmegi og skynsemi. Og heiminum tørvar samstundis okkara evni til vera í og við okkum sjálvum á ein hátt, sum fyri mong okkara er ókendur og óttafullur. Her koma nøkur løtt ráð og amboð til tykkara, ið á ymsan hátt sita einsamøll ella saman við øðrum í hesum døgum. Hetta er fyrst av øllum ætlað tykkum, sum eru eldri, einsamøll ella innløgd. Ráðini eru grundað á egnar lívsroyndir, bæði sum heild og í mun til avbjóðandi tíðarskeið í lívinum og í mun til mínar royndir frá mínum arbeiði við samskifti, mindfulness, kontemplatión, menning, retreat og meditatión. Tað er mítt inniliga ynski, at onkur tykkara fær okkurt nýtiligt til avbjóðandi tíðina, sum stendur fyri durðum.

Sissað holuheilan

At vera skerdur frá okkara kenda og trygga felagsskapi kann geva okkum ein kenslu av at vera í lívsvanda, eisini hóast vit als ikki eru tað. Vit menniskju tola illa at vera útihýst og okkara holuheili sigur okkum greitt, at vit eru lívshótt. Einsamøll megna vit ikki at yvirliva – og vit gerast sárbær, óttafull og eru lætt í døpurhuga. Eisini hóast talan einans er um tvær vikur í tryggum kørmum, so kann hetta kennast ótrygt, óttafult og ómetaliga einsligt. Hava vit ikki hesa grundvitan um okkara holuheila og amboðini at arbeiða við hesum kenslum og støðum á ein haldgóðan hátt, ja, so kunnu vit skjótt koma í eina djupa og svára kreppu.

Tað er júst her, at eg vil deila mínar royndir við innara lívinum, sum í hesum døgum verður alsamt meiri avbjóðað. Vit uppliva øll í løtuni óvissu, ótta, ótryggleika og sosialar avmarkingar. Nøkur enntá 100% isloatión. Og onnur eru sjúk.

Her koma nøkur einføld ráð – ein íblástur til tykkara, sum skulu handfara støðuna og sissa strongda holuheilan. Tað er mín vón at tit við hesum fáa sum best burtur úr eini støðu, ið kann kennast óvanliga tung og avbjóðandi.

Spyr hjartað

Vit eru øll kenslustýrd og tískil er tað – um vit taka óttan og sunna ansni burtur – empati og innlivan, ið veruliga kann fáa okkum øll at vaska, spritta og avmarkað sosiala samveru í hesum døgum. Við øðrum orðum: Myndugleikarnir koma við greiðum boðum um fyribyrging, um átøk og avmarkingar. Tað er tó okkara skil og hjørtu, ið skulu tryggja, at vit hvør í sínum lagi taka ØLL neyðug stig til tess at avmarka smittuvandan – og tað krevur eitt felags ódnartak. Vit eiga ikki at lata óttan seta dagsskránna – vit eiga at merkja innlivan, empati og taka felags ábyrgd.
Vit eiga ØLL at lyfta í felag, so allir bólkar eru tryggir. Alt sum kann minka um vandan, eigur at vera gjørt. Og vit skulu nýta okkara egnu innlivan til at stýra og virka rætt. Vit eiga at gera meira enn tær yvirskipaðu reglurnar siga – tí tær eru júst bert yvirskipaðar. Eitt neyðugt minsta mark og eitt vegleiðandi støði. Sjálvi kunnu vit gera munandi meira fyri munandi minni og lætt.

So tá tú ivast: Nýt skilið – og spyr so hjartað.

Lurtað veruliga – tú finnur rætta svarið.

At vera heima ella innlagdur

Fleiri bólkar, eisini eldri, sjúk ella fólk við eini veikari immunskipan eru í løtuni heima eftir áheitan, ella egnum ynski. Onnur sita í sóttarhaldi, eftir áheitan ella av egnum ynski. Onnur eru innløgd og tað kann kennast einsligt – Netflix og fartelefonin kunnu fylla tómrúmið – í ávísan mun. Her koma nøkur ráð til øll tykkara, sum eru í hesi støðu – og til tykkara, ið eru kring hesi og sum av ymsum heilsuáðum eru noydd at halda hóskandi ella skiftandi frástøðu:

At loyva sær einki at gera kann hjá mongum kennast nærum hóttandi og hjá øðrum er tað heilt natúrligt at vera uttan at gera. Tað kann tykjast serliga trupult um tú ert ein teirra, sum hevur stóran samleika í júst tí mótsætta – nevniliga at gera og virka – at vera í gongd og avrika. Fleiri kenna órógv og vera ótolin, illa hýrd ella enntá ill, um tey skulu steðga á og einki gera. Hetta er í veruleikanum er ein grundleggjandi ótti, um tú veruliga gevur tí ans, ein ótti, sum ber til at minka um við einføldum mindfulness venjingum. Vit eru øll ymisk og meðan nøkur hava tørv á at koma av orkuna við t.d. at renna sær ein túr, so kenna onnur seg heima í kvirruni og hvíla enn betur. Tak hetta sum eina nýggja avbjóðing og loyv tær at vera meira enn at gera. Og vita um tú kanst gera við størri nærveru. Tak stikkið úr, lat sosialu miðlarnir fáa frið og loyv tær sjálvum at hvíla – kanska fyri fyrstu ferð í langa tíð veruliga at hvíla. Ven andadráttarvenjing, stilla kropsvenjing, nýt náttúrna og ven stuttar meditativar venjingar til at eygleiða sinnið – tankar og kenslulív. Soleiðis sissar tú holuheilan og tú kanst hvíla betur í og við tær.

Skipið eina dagrútmu, gjarna eitt skema til dagin, so tit fáa rútmu og reglusemi bæði til morgun, dag, kvøld og nátt. Um tit hava fólk kring tykkum, bið tey so hjálpa tykkum við at skipa eina dagsrútmu fyri tykkum, ið er gjørlig og løtt. Tryggið góðar vanar og fáið reglusemi í dagin. Sovið minst 9 tímar hvørja nátt og fáið stuttar lúrar um dagin, helst bert 30 minuttir í senn, er heilsustøðan vanlig/góð.

Tryggið at dagsrútman inniheldur okkurt á hesum økjum:

  • Okkurt til kroppin: T.d. morgunfimleik, lættar yoga venjingar, gongutúrar ella styrkivenjing av ymsum slag. Tað kann eisini vera hava-arbeiði ella annað, ið er gjørligt. Gakk túrar og nýt náttúruna í tann mun hetta ber til. Fá dagsljós og eygleið fuglar, lívið í haga og á sjónum. Kanska kanst tú venja úti t.d. renna o.t. Nógv góð (og minni góð) ókeypis frálæra liggur eisini online, so leita tær íblástur og royn eitthvørt, ið hevur dygd og sum riggar til tín.
  • Okkurt til sinni: Tak javnan steðgir frá áhaldandi tíðindastreyminum, ella royn at gera hetta í heilar dagar. Tú kanst venja andadráttarvenjingar í t.d. 3 minuttir, har tú bert hevur fokus á andadráttin, legg fegin hondina á búkin, meðan tú andar. Tað stillar sinnið, gevur ró, betrar um hjartasláttin/pulsin og er sera munagott t.d um tú hevur tankameldur ella ótta. Tú kanst gera venjingina fleiri ferðir um dagin, eftir tørvi og hugi. Tú kanst eisini lesa eina bøn, eitt vers, ella eina góða bók, loysa krossorðagátur, lurta eftir eini ljóðbók, leggja kabal, ella gera eitthvørt annað ið gagnar sinninum. Nógv gott ókeypis tilfar liggur eisini á netinum. Jalig visualisering kann somuleiðis vera gagnlig. Eitt nú kanst tú royna at ímynda tær sannar jaligar løtur í tínum lívi og lat tær fylla teg við gleði og orku. Um tú hevur hug at arbeiða við mindfulness ella meditatión, so kanst tú gera hetta. Við hesum sissar tú tín holuheila, minskar um óneyðuga stúran og flytir tú fokus frá at vera eitt við tankar og kenslur – til at vera tann ið hevur tankar og kenslur.
  • Hevur tú ótta ella stúran, sum ikki gagnar tær, sløkk so áhaldandi tíðindastreymin og ven miðvísan andadrátt: Andað djúpt inn, halt ondini og tel 1 – 2 – 3 og andað leingi út. Gerð hetta 4-5- ferðir og anda so róliga inn – halt 1 – og anda út. Gerð hetta í nakrar minuttir, og tú vilt skjótt kenna munnandi meira ró. Tú mást møguliga vera tolin og venja nakrar ferðir innan tað virkar heilt. Tað snýr seg um at sløkkja ónýtiliga tankameldurin, sissa holuheilan og at koma inn í nú’ið við at nýta andadráttin sum skipara. Um tær tørvar meira ró, so kanst tú sita ella liggja og – við akkeri í andadráttinum – merkja kroppin. Heilt frá fótinum og upp til hárið, stig fyri stig merkir tú hvønn kropslut allan vegin upp. Andað róliga. Ven nærveru við sansunum, t.d. í náttúruni, ella bara júst har tú situr ella liggur, lurta eftir tí, sum er júst nú rundan um teg og samein hetta við natúrliga andadráttin. Gerð hetta t.d. 1-3 ferðir um dagin, ella eftir tørvi. Leitað tær nærri vegleiðing, um tørvur er á hesum.
  • Hevur tú nógva orku, vreiði ella frustratión av ymsum slag, so gev hesum pláss á ein konstruktivan hátt. Eg kenni fleiri, ið hava stórar lívskreppur, sum velja eitt trygt stað til júst hetta í náttúruni. Tað er í øllum føri betur at skelda ein stein, enn at kasta steinar eftir øðrum. Tað kann eisini vera nokk at renna sær ein skjótan túr. Veruliga at fáa sveittan út. Soleiðis gera uttan iva nógv til tess at rista dagin og sinnis- strongdina av okkum. Tú kanst eisini royna havsvimjing. Tað fær teg í øllum føri úr verandi sinnisstøðu og inn í eina heilt aðra. Onnur hava tørv á øðrum terapeutiskum amboðum.Tað ræður um at gera tað, sum riggar júst til tín og tína lívsstøðu. Nøkur nýta pennin, skriva dagbók, brøv o.s.fr.
  • Okkurt til kreativitetin: Tað er markleyst alt, sum tú kanst finna uppá. Og tað kann vera mark fyri, hvat ber til júst nú. Finn okkurt, ið stimbrar teg kreativt og sum er gjørligt. Tað kann vera alt frá at seyma, binda, mála, skriva, smíða, tekna, spæla ella hoyra tónleik, dansa, velta, klippa og líma. Okkurt, ið ber til og sum tær dámar. Fleiri bjóða online konsertir í løtuni. Set fasta tíð av til hetta hvønn dag. Gerð okkurt stuttligt – syng við á netinum ella í sjónvarpinum, skipa fyri felags koronatryggum tiltaki í grannalagnum, um tú hevur orku og hug.
  • Okkurt til góman: Hóast tað kanska bert er tú, ella tit eru tvey eini, so ber til at hjúkla eitt sindur um máltíðirnar. Tøm boksina og um innkeyp ikki er møguligt ella ov kravmikið, so bílegg online frá veitara, ella bið onkran hjálåpa tær við innekypinum. Matgerð, set á borðið og njót hvønn munnbita. Ven takksemi, verð nærverandi og ímynda tær, hvaðani tað, sum tú etur kemur frá. Hvussu tað hevur ferðast allan hendan langa vegin til Føroyar – og nú er á tínum borði. Ella tað úr tínum egna hava. Ven takksemi og nærveru. Um orka og hugur er, so ber til at baka, ella royna okkurt nýtt. Ella njót bara tað einfalda, tak ímóti matinum og ven takksemi. Et tilvitað, heilsugott, drekk nokk og tryggjað at tú fært neyðugar vitaminir.
  • Okkurt til hendurnar: Skipað eitt projekt – ella eina uppgávu, sum er gjørlig og sum ber til í mun til umstøðurnar. Uppskot kann vera: At rudda gamlar myndir, skáp, at mála ein vegg, ella tveir, at gera reint, at planta urtapottar, at binda, skriva, tekna ella smíða eina gávu, at fara á seiðaberg, matgerða, súlta, at læra at nýta telefonina ella telduna. Bið um stuðul frá familjuni, um gjørligt. Set tíð av til hetta.
  • Okkurt til hjartað: Varðveit sambandi við onnur á ymsan hátt. Eg kenni fólk, sum finna uppá sosial brettspøl, gitikappingar o.a saman við familjuni ella við vinum online. Bókin 5 HJERTEFØLELSER hevur yvir 50 ymiskar venjingar til frama fyri okkara íbornu eginleikar í hjartanum. Tak tær tíð at gera viðkomandi venjingar ella reflektiónir. Tað eru eisini aðrar bøkur at tríva í innan hetta evnið. Hevur tú ikki møguleikan ella hugin til bøkur, so kanst tú bara arbeiða við tí gevandi og móttakandi hjartanum á ymsan hátt. Royn at geva tær sjálvum somu umsorgan, sum tú hevur givið øðrum gjøgnum lívið. Góðtak tørvin á eyka hvíld ella avmarkaðu orkuna, sum kann vera skiftandi. Skipað ein dag, sum er møguligur. Og ven at taka í móti frá øðrum, ið veita tær umsorgan. Lær teg at biðja um umsorgan og um hjálp, um tú kennir tørv á hesum. Hetta er trupult hjá mongum, tó er tað avgerandi í eini tíð, sum kann kennast trupul, óttafull og einslig. Ring til onkran góðan. Sig hvat tú saknar og hvat tær tørvar – og bið um eina hond – ella ber um eitt oyra, sum kann lurta. Skrivað dagbók, ella set orð á tað, sum rørir seg í innaní. Um tú vilt fara í dýpið við eginleikunum í hjartanum, so vil eg mæla til at tú fyrst av øllum arbeiðir við eginleikunum: Kærleika, álit, vinsemi, takksemi og samkenslu.
  • Okkurt til hugdýpan: Alt omanfyri gevur tær møguleikan til at hugdýpa teg á ymsan hátt. Tað kann vera eitt innlit, ein yrking, eitt ítøkiligt stig, ein gerð, ein nýggjur vani. Ella bert økt nærvera, greiðari raðfesting av tí, ið veruliga telur og stinnleika til at vera í støðuni og møta lívinum, sum er júst nú.
  • Eftirmeting: Fleiri eru farin at eftirmeta teirra lívsstøðu. Hendan tíðin er av sonnum eitt gylt høvi at steðga á. Um tú brúkar tíðina til at hugsa um tína ella tykkara lívsstøðu, so kanst tú gera hetta skipað á ymsan hátt. Tað snýr seg um at fáa lærdómin úr fortíðini við tær inn í framtíðina, at læra av innlitum, at góðtaka tað, sum er og at sleppa tí, sum sleppast kann. Hvussu livir tú lívið? Hvat hevur veruliga týdning? Kanst tú liva einfaldari? Øðrvísi? Ella kanska er lívið hjá tær júst sum tað eigur at vera 🙂
  • Eru tit tvey ella fleiri, so ber til at gera alt omanfyri í felag og stuðla hvør øðrum. Við børnum kemur spæl, hugni og nærveran mangan heilt spontant.

Við vónini um at hetta at geva minni stúran, økta
lívsdygd og vón.
Eisini familjurnar kunnu gagnnýta rútmu, reglusemi og ráð.