Dagsskeið: Kærleiki, kvirra og kontakt

Forside/Dagsskeið: Kærleiki, kvirra og kontakt

Dagsskeið: Kærleiki, kvirra og kontakt

leyg18feb11:00leyg17:00Dagsskeið: Kærleiki, kvirra og kontakt

Útgreining

Ein dagur halgaður kærleikanum í parlagnum

Leygardagin 18. februar verður ein serligur dagur fyri pør í Elduvík.

Hetta dagsskeiðið er fyri tykkum pør, ið saman hava hug og møguleika at njóta ein dag saman í kvirru, hugdýping og kontakt.

Frálæran byrjar kl.11:00, so góð tíð er at vakna og gera seg til reiðar at koma til Elduvíkar.

HVAT?

Skeiðið er fyrst av øllum ein dagur fyri tykkum sum par. Ein gáva til kærleikan og parlagið.

Tað er ein nørandi KÆRLEIKSDAGUR, ið gevur tykkum vitan, amboð og innlit í parlagið, so tit áhaldandi kunnu vaksa, styrkja og skilja tykkum sjálvi og hvør annan á ein betri, sannari og djúpari hátt. Tit kunnu soleiðis bæði styrkja og betra um parlagið og lívið sum heild.

Skeiðið verður skipað so, at tit sita í í einum tryggum og hugnaligum rúmi í Pers húsið í Elduvík saman við øðrum pørum. Vit gera ymsar venjingar. Venjingarnar eru antin einstaklingavenjing ella millum tykkum bæð.i Um tú hevur hug, kanst tú deila og seta spurningar í plenum. Týdningarmest er frálæran, kontaktin og venjingarnar tykkara millum.

Hendan dagin fáa tit møguleikan til ah-ha upplivingar og innlit, ið kunnu geva tykkara parlagi fleiri og betri streingir at spæla á.

Er veðrið til vildar verður møguliga farið út at ganga túr og gera onkrar venjingar saman víð tínum maka.

 

HVØR?

Henrik Krag og Birita Nolsø leiða dagin og taka millum annað støði í bókini 5 HJERTEFØLELSER, ið tey saman góvu út í 2018.

Tú kanst lesa meira um undirvísararnar her.

 

HVUSSU?

Tíðir: Dagurin byrjar kl. 11:00 leygarmogrun og endar kl. 17:00.

Hava tit hug og tíð, ber til at fara út at eta ein góðan bita aftaná.

Møguleikar: Roses café & catering í Ljósáum ein møguleiki. Minnist tó til at bílleggja borð í góðari tíð. Onnur matarstøð:

Her kanst tú lesa meira um ymsar matstovur í Eysturoynni. Køkurin í Gjáargarði verður umvældur og er tískil stongdur fram til mars mánað.

 

TILMELDING

Prísur: Einans 700 pr. person ella 1.400 kr. pr par. Gjaldið er íroknað skeiðsdagin, lættan miðmála, te, kaffi og okkurt gott afturvið.

Stað: Pers hús Elduvík
Tilmelding: info@vaksa.fo
Undirvísarar: Henrik Krag og Birita Nolsø

HVØR?

Skeiðið er opið fyri pørum ið hava hug og møguleika at njóta ein inniligan dag saman í kvirru, hugdýping og kontakt.

 

UM Undirvísarar

Í meira enn 35 ár hevur undirvísari og rithøvundi  Henrik Krag undirvíst í meditatión, djúpsálarfrøði og sjálvsmenning. hesi seinast 15 árini hevur Henrik, ið er úbúgvin filosoffur við sergrein í djúpsálarfrøði, verið fastur undirvísari í Føroyum. Árligu summar-retreatini í eitt nú Elduvík eru sprottin úr hesi undirvísingarkjarnu og eru vorðin fastur táttur í Føroyum.

Í 2014 fór Henrik undir eitt samstarv við Biritu Nolsø, ið rekur Vaksa.fo í Føroyum og nú eisini í Danmark. Birita og Henrik undirvísa í felag og eisini hvør sær. Bæði búgva í Danmark og eru tætt knýtt til danska vakstrardepilin fyri sjálvsmenning og meditatión ‘Vækstcenteret’ í Nørre Snede. Birita og Henrik eru bæði í áhaldandi intensivari venjing hjá Jes Bertelsen, leiðara og stovnara av deplinum. Henrik var samman við Jes og fáum øðrum við til byrja og byggja  depilin afturi í 80’unum.

Birita Nolsø hevur í yvir 25 ár javnan undirvíst  á ymsan hátt í dansi, orku og kroppi. Hesi seinastu 10 árini hevur hon lagt høvuðsdentin á krops- og orkujavnvág, orkudans og venjing, yin-dýping, nattúru-yoga og tilvit.  Síðani 2011 hevur Birita í umførum verið knýtt at ‘Vækstcenteret’. Birita er búsitandi í Nr. Snede og vitjar javnan í Føroyum.

Í desember 2020 gav Birita út sína fyrstu bókaútgávu. Tað var bóklininguri: FLUFFY, ein neyvur leiðbeinari til mindfulness og sinnisvenjing.

í 2018 kom bókin  5 HJERTEFØLELSER út. Bókin er úrslitið av einum eitt samstarvi millum Henrik og Biritu.  Henrik hevur eisini skrivað bøkurnar: “overLEV i parforholdet” og “Selvudvikling for det hele menneske, fra men til og”.

 

 

Nær

(Leygardag) 11:00 - 17:00(GMT+00:00)

Hvar

Pershús, Elduvík

Elduvík, Eysturoy, Færøerne

Other Events

Get Directions