Rørsla & tilvit: Dansa í Kimi

//Rørsla & tilvit: Dansa í Kimi

Um at DANSA heim:

” Tað er alt ov nógv pendulsveiggj – 

antin eru vit stress-høvd – ella eru vit press-kroppur.” Birita Nolsø    

 

Nýggi dansitímin í Kimi er nógv meira enn dansur.

Tað er ein innbjóðing til allar kvinnur og eitt høvi, at koma heim aftur – at merkja lívið innan og uttan. At koma til sín sjálvs – og í samband við onnur av nýggjum.

Eg gleði meg til dansikvøldið í Kimi ! Hetta er ein av mínum fyrstu bloggum til Vaksa – og tað kitlar í búkinum 🙂

Eg havi glett meg til at fara undir at deila, skriva og seta orð á tað, sum eg hvønn dag livi og andi.

Mínar ára-longu royndir innan kropp, tilvit, dans, orku og meditatión, eru við hesum dansikvøldum kókaðar niður í 2 tímar.

Vit byrja á máttuni og hita síðani upp. Sjálvur dansurin er sera nógv upp til hin einstaka. Summi hava bert tørv á at blunda og merkja rútmuna, onnur hoppa og flippa – her er eingin uppskrift – bert tín egna og íblásturin frá mær og øðrum.

Tí tað snýr seg um at sleppa tí tillærdað og koma inn til tað natúrliga. Okkara natúrligu og viðføddu eginleikar. Kroppurin, andadrátturin, tilvitið, spontani kreativiteturin og hjartað. Tað er í veruleikanum so einfalt.     OG – gerandisdagurin, (ó)vanar, repetitivi lívshátturin, fasti tankaspunin og ikki at tala okkara innari og/ella uttari dómari forða fyri, at vit sleppa og koma ‘heim’.

Í staðin spela vit. Millum endaleysu sveiggini:

HØVD: Vi spenna bogan, bíta tennirnar saman og sita á arbeiðshestinum. Døma onnur og okkum sjálvi. Ongantíð veruliga til staðar.

KROPPUR: Vit brenna orku ! Renna skjótari – brenna meira – brúka meira – missa meira. Allatíð í framtíðini.

BONUS: Og tá vit hava fingið nokk av hesum, so skulu vit hava eina premiu ! Góðan mat, film, undirhald, drekka, meira drekka, meira mat, sova mistar tímar inn aftur (hmm…), og flippa út við onkrum, so vit sleppa undan at hugsa eina løtu. Helst missa vitið eina løtu – so ella so. Ringast er tá familjutíðin eisini verður til eina verkætlan við stórum málum, tornhøgum eydnukrøvum og sera tøttum tíðarætlanum.

Aftur til dansin. Tí hesir tímarnir snúgva seg um at sleppa sveigginum. At sleppa spenningum og vera tilstaðar júst hesa løtu.  Ja, at koma heim aftur til sín sjálvs:

Og merkja kroppin aftur, andadráttin, lívsorkuna, gleðina, neistan, hjartasláttin, kreativitetin og møguleikarnar.

Tað er gleði, tilvit, lív og orka uttan tankameldur. Og vit endað við djúphvíld – aftur á máttuni.

Hjartaliga vælkomin…

 

X